Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rógvi settur sum venjari hjá ÁRF

Oliver Joensen

Á heimasíðuni hjá Árnafjarðar Róðrarfelag, verður sagt at áttamannafarið Árnfirðingur hevur fingið venjara.

ÁRF hevur sett venjara, at taka sær av venjingini hjá áttamannafarinum Árnfirðingi.
Venjarin er kendi rógvarin Svein Rógvi Nielsen úr Klaksvík, sum í mong ár hevur róð kapp, Svein Rógvi hevur róð í samfull 17 ár, so hetta er ein av teimum serkønastu innan Føroyska rógving, m.a. kunna vit nevna at hann var við at vinna FM við Nevinum Reyða í 2005, og við Klaksvíkingi í 2006.

Svein Rógvi Nielsen hevur í mong ár eisini veri hondbóltsvenjari, hjá feløgum í Føroyum, í løtuni er hann venjari í Danmark, har hann eisini er búðsitandi, men beint nú er hann heima í Føroyum.

Vit hjá ÁRF eru sera glað fyri at fingið samstarv ílag við Svein Rógva Nielsen.

www.arf.fo