Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Signar á Brúnni søkt stjórastarvið á Ziskatrøð

John William Joensen

Eftir áheitan frá lærarum og Skúlastýrinum hevur Signar á Brúnni eftir øllum at døma søkt skúlastjórastarvið á Ziskatrøð

Upprunaliga hevði Signar á Brúnni játtað seg til at stjórna Ziskatrøðskúlanum í eitt ár. 

Nógv hevur verið tosað um hvussu skúlarnir í Klaksvík skulu skipast og fyri tíð síðan vóru ítøkiligar ætlanir frammi um at leggja skúlarnar saman. Men hetta er nú slept og býráðið samtykti, tí eitt tilmæli til Mentannarmálaráðið um at seta ein stjóra í eitt fimm ára skeið. 

Mentannarmálaráðið avgjørdi at fylgja tilmælinum frá býráðnum og settið fyri stuttum eina lýsing í bløðini. 

Sum Norðlýsið skilir, so kom hendan avgerðin dátt við hjá mongum og tí hava lærar og skúlastýrislimir nú skrivað eitt bræv, har tey heita á Mentannarmálaráðið um at seta Signar á Brúnni í starv sum stjóri tey komandi fimm árini. 

Sum Norðlýsið skilir hevur Signar nú eisini søkt starvið saman við níggju øðrum umsøkjarum.

Fløkjasligt
Norðlýsið hevur fingið at vita, at onkur av umsøkjarunum til stjórastarvið hevur eisini skrivað undir áheitaninna á Mentannarmálaráðið um at seta Signar á Brúnni.
Sambært stýrislimi, sum Norðlýsið hevur tosað við eru lærararnir sera glaðir fyri Signar á Brúnni og samstarvið á skúlanum hevur verið sera gott hesa tíðina Signar hevur sitið í stjórasessinum.

Tað kemst ikki uttanum at tað kann fløkja málið at starvsfólk og stýrislimir á einum skúla blandað seg upp í starvssetan av einum stjóra – men sambært lærarum á Ziskatrøð eru stýrislimir misnøgdir við, at avgerðin um ármálssetingina av skúlastjóra, varð tikin uttan at spyrja skúlastýrið.