Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umhugsað kjaktorgi

John William Joensen

Vegna áhaldandi óhepnar viðmerkingar í kjaktroginum fara vit komandi dagarnar at umhugsað støðuna

Norðlýsið hevur síðan heimasíðan koma á netið havt eitt kajktorg, sum vit framhaldandi meta hevur havt góða undirtøku millum lesararnar.

Í fyrstuni var kjakið púra opið, men av tí at tað ofta kom fyri at lesarar ikki kendu sær hógv avgjørdu vit at avmarkað kjakið.
Síðani hevur lesarin kunna søkt um góðkenning til at kjakast og tey sum eru góðkend hava fingið fríða atgongd til kjaktorgið.
Tey, sum ikki hava havt hesa atgongd hava tó eisini tikið lut, men tá eru innleggini beinleiðis góðkend her á redaktiónini.

Trupuleikar
Tað hava tó verið afturvendandi trupuleikar við “góðkendum-kjakarum” sum ikki hava duga sær hógv – og tí hava vit afturvendandi verið noyddir at sletta innlegg, sum eru komin út til almenningin.
Hettar er stórt spell, men Norðlýsið kann ikki standa modell til at fólk brúka okkum til persónligar útspillingar.

Heita á kjakarar um at siga sína hugsan
Í morgun hava vit so strika allar góðakendar kjakarar – soleiðis at øll innlegg nú skulu góðkennast av okkum á redaktiónini.
Vit ætlað okkum ikki at sleppa kjakinum, men fara at heita á lesarar um at koma við tonkum um omanfyrinevndu trupuleikar og hvussu vit framhaldandi kunnu hava eitt gott – opið kjak her á nordlysid.fo.

John William Joensen
webmaster