Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Intertoto Cup: KÍ-Hammerby 1-2 (1-1): Heiðurligur KÍ-ósigur

Norðlýsið ÍTROTTUR

Eisini í seinna dystinum ímóti Hammerby IF gjørdi KÍ góða mótstøðu ímóti svenska liðnum, sum ikki skoraði nakað mál í beinleiðis spæli, tí annað var sjálvmál og hitt upp á brotsspark. Kaj Ennigarð skeyt føroyska málið.

Eftir dystin á Svangaskarði leygardagin, var breið semja kring vøllin, at KÍ als einki hevði at skammast yvir í hesum dystinum, hóast tepra ósigurin 1-2 ímóti Hammerby IF, sum sostatt vann samanlagt 3-1 á KÍ og fer víðari í Intertoto Cup kappingini.

Meinardt Joensen
sera væl leikandi

Dagsins KÍ-leikari hendan dystin eigur at vera okkara landsliðsmálmaður, Meinhardt Joensen, sum hendan dystin leveraði eitt næstan lýtaleyst avrik.

Sterkur mann móti manni, avgjørdur í luftspælinum og kvikur á málstrikuni.

Ein samanumtikið sera góður dystur hjá stóra, sterka og nú eisini roynda málmanninum, hvørs avrik avgjørt var viðvirkandi til, at sviar ikki fingu fleiri mál enn tey bæði, sum teir fingu.

Ein sterk og
tøtt KÍ-verja

KÍ-spælararnir stóðu væl á vøllinum, og svensku gestirnir høvdu sera trupult við av álvara at bróta niður manniliga verjugarðin hjá KÍ, sum varð stjórnaður av einum “ongantíð so góðum sum nú” Jan Andreasen saman við Kaj Ennigarð, sum vísti sera stóra styrki í luftspælinum umframt við nøkrum framúr neyvum sendingum fram í KÍ-álopið.

Ein kann ikki annað enn undrast yvir, at Jan Andreasen í øll hesi ár, hann hevur leikt so væl fyri KÍ, ongantíð av álvara er tikin inn í føroyska a-landsliðshitan.
Nú er júst tað sjóvarfallið helst farið hjá honum, men samstundis var tað ein sonn fragd leygardagin at síggja, hvussu heilt ótrúliga væl Jan Andreasen ferð eftir ferð eftir ferð las og breyt spælið hjá einum so sterkum mótstøðuliði sum eitt svenskt lið í Allsvenskan má metast at vera.
So er bara at vóna, at hin sterki miðverjuleikarin hjá KÍ, Kaj Ennigarð, sum veruliga eisini vísir høgan klassa, fer at fáa møguleikan á landsliðnum.

Teir báðir mannaðu miðverjuna, meðan Harley Bertholdsen hesaferð var á vinstra bakki og Høgni Madsen á høgra bakki. Hesin báðir stóðu seg eisini heilt væl, og hetta gjørdi, at KÍ-verjan var sera trupul hjá svenska liðnum at lata upp.
Sum vant var Harley tann av verjuleikarunum hjá KÍ, sum vísti tað mest framrættaða og skapandi álopsspæli – einamest saman við Heðini í vinstra borði, har teir báðir tykjast finna hvønn annan sera væl.
Eyðkenni hjá Høgna Madsen í hinum borðinum var hinvegin hansara ótrúligi stríðsvilji og framúr orka, tá hann tuskaði og taklaði svenskararnar, so tað sang eftirí. Sterkt, Høgni!

Tá 20 minuttir restaðu, varð Harley skiftur út, og tá flutti Heðin á Lakjuni aftur á vinstra bakkin fyri hann.

Miðvøllurin
undir trýsti
Tá dystir eru ímóti so sterkum liðum, er tað ikki bara sum at siga tað at spæla á miðvøllinum hjá KÍ, tí serliga har leggur mótstøðuliðið stórt trýst á.

Her vóru tað frá byrjan Heðin á Lakjuni í vinstru og síðan Símun Joensen, Kristiani á Lakjuni, Kristoffur Jakobsen og uttast til høgru Gunnar Nielsen.

Einsamallur í álopinum var Paul Clapson.

Í 70. minutti kom Erling Fles inn fyri Harley Bertholdsen. Erling kom inn á høgra miðvøll, men flutti nakað seinni – tá KÍ til seinast satsaði eitt sindur frameftir – heilt fram í álopið saman við Paul Clapson.
Samstundis varð John Hammer skiftur inn fyri Kristian á Lakjuni. Hann kom inn á sama plássið, tvs. mitt á miðjuni.

Í 80. minutti kom Leon Bjartalíð inn á miðvøllin fyri Kristoffur Jakobsen.

Sum nevnt, fingu miðvallararnir seg veruliga royndar í stríðnum um fermetrarnar mitt á vøllinum. Her kundi sjálvandi ikki væntast annað enn, at teir vórðu við undirlutan tað nógva av dystinum, men so vóru eisini løtur – serliga í endunum av báðum hálvleikunum – har teir gjørdu um seg, og málið hjá KÍ og bestu málroyndirnar komu eisini í hesum tíðarskeiðum.

Samanumtikið tóktist taktiska uppleggið at vera skilagott, varið men tó við opnum sinni fyri at fara frameftir, tá høvi góvust til tað. Kanska teir skuldu havt gjørt meira við at satsa – kanska serliga í endanum, tá teir komu nokkso nær einum útjavnandi máli – men hinvegin hevði tað kanska havt kostað í hinum endanum, um gjørt varð ov nógv av frameftir.

Vit fara at greiða eitt sindur nærri frá dystargongdini í aðrari grein.

Samanumtikið ein dystur, sum leggur eitt gott grundarlag undir víðari luttøkuni í heimligu landskappingini, har eitt avrik sum hetta hevði givið einum og hvørjum mótstøðuliði stórar trupulleikar – eingin ivi um tað.

TAKK FYRI, DREINGIR !!

KOYR Á KÍ !!