Eftir fleiri umfør við mál og stigaturki er støðan hjá KÍ nú so álvarsom, at fleiri ósigrar fara at flyta liðið niður um niðurflytingarstrikuna. Mikukvøldið er sannur botndystur ímóti AB, sum má vinnast.
Í skrivandi løtu er støðan á stigatalvuni henda:
01) B36 16 dystir – 34 stig
02) NSÍ 15 dystir – 32 stig
03) EB/S 15 dystir – 29 stig
————————————
04) HB 16 dystir – 24 stig
05) GÍ 15 dystir – 22 stig
06) Skála 15 dystir – 20 stig
07) B71 15 dystir – 18 stig
08) KÍ 14 dystir – 12 stig
————————————
09) AB 14 dystir – 10 stig
10) VB/S 15 dystir – 09 stig
KÍ er sostatt í løtuni væl nærri einum niðurflytingarplássi enn liðunum omanfyri á stigatalvuni – 2 stig eru á muni niðureftir og 6 stig uppeftir.
Sostatt er støðan sera álvarsom í løtuni, og komandi dystur er tí sera umráðandi at vinna.
Týdningurin av hesum dystinum verður uppaftur størri av tí at talan er um ein sonevndan 6-stiga dyst, tí mótstøðuliðini liggja lið um lið á stigatalvuni, tvs. tað liðið, sum vinnur, fær fyri tað fyrsta 3 stig í egnan posa, samstundis sum harðasti kappingarneytin einki stig fær.
Ein KÍ-ósigur vil føra við sær, at KÍ í summarsteðginum verður niðan fyri niðurflytingarstrikuna.
Atvoldin til vánaligu støðuna er at finna í teimum vánaligu úrslitunum, sum liðið hevur fingið í teimum seinastu umførunum.
Frá og við 9. umfari hava úrslitini hjá KÍ verið hesi:
KÍ – GÍ 2-3,
B71 – KÍ 3-3,
KÍ – B36 1-1,
VB/S – KÍ 1-0,
EB/S – KÍ 2-0,
KÍ – HB 0-2
Tað vil siga, at KÍ tey seinastu 6 umførini hevur tapt 4 dystir og 2 dystir eru endaðir við javnleiki.
Til samanberingar hava úrslitini hjá AB hesi seinastu 6 umførini fingið hesi úrslitini:
NSÍ – AB 2-1,
AB – EB/S 1-2,
AB – VB/S 2-2,
GÍ – AB 1-1,
AB – B36 2-1,
B71 – AB 1-0
Sostatt hevur AB hesi seinastu 6 umførini vunnið 1 dyst, spælt 2 javnar og tapt 3 dystir.
Vit kunnu harvið staðfesta, at formkurvan hjá AB í løtuni er betri enn hjá KÍ.
Hinvegin geva avrikini hjá KÍ ímóti Hammarby IF vónir um, at KÍ kann venda gongdini, um teir mikudagin vísa sama hugburð, sum vit sóu á Svangaskarði leygardagin.
Fyrra dystin millum AB og KÍ, sum var á Argjum, vann KÍ 3-1.
Spennandi verður.
KOYR Á KÍ !!




