Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summar Festivalurin hevur bestu skránna

John William Joensen

Summar Festivalurin endaði langt fremst í eini atkvøðugreiðslu hjá Vikublaðnum um, hvør føroyskur festivalur hevur áhugaverdastu skránna

Seinastu vikuna hevur Vikublaðið havt eina atkvøðugreiðslu á sínari heimasíðu, har tað hevur borið til at atkvøða um, hvør av føroysku tónleikafestivalunum hevur mest áhugaverdu skránna í ár. 

Næstan 2.000 fólk hava atkvøtt, og meira enn helvtin av teimum heldur, at Summar Festivalurin hevur bestu skránna. 

Summar Festivalurin fekk 53 % av atkvøðunum, meðan G-Festivalurin, sum var næstfremstur, fekk 21 prosent. Fjarðafestivalurin fekk seks prosent, og hinir festivalarnir fingu færri atkvøður. 

Millum bólkarnar, sum spæla á Summar Festivalinum í ár, eru Scorpions, Kim Wilde, Banaroo, Bryan Rice, Jógvan Hansen, Vestmenn, Hanus G. Johansen og Páll Finnur Páll.