Eftirhondini er paniska fullveldis psykosan hjá Høgna við at gera okkum føringum fyri skommum.
Tað er ikki sørt fjølmiðlasirkus hann, við kringvarpið og bløðum á baki gera burturúr einum mistakið hjá einum griskum hotelstjóra sum flaggaði við føroyska flagginum undir tí danska uttanfyri hotel sítt á Rhodos.
Sjálvandi skuldu danir hava skuldina – danska uttanríkistænastan og sendistovan í grikkalandi skuldu verða komin við hesum kravboðum um flagging.
Við rakettfer varð fyrispurningur um málið sent frá fólkatingsmanninum sum við góðari samvitsku heintar 4,5 mill. til politiska propaganda móti dønum og donskum koloniharraum – úr danska statskassanum (donsku vaskikonuni á vesturbrúgv) um árið saman við sínum norðuratlantsbólafeløgum sínum.
At ein ørkymlaður Høgni brúkar einhvønn politiskan møguleika fyri at skapað órógv millum góða samstarvi millum Føroyar og Danmark er onki nýtt, men hetta seinasta uppáhaldi og skuldsetingarnar sum hava verið frammi um donsku luttøkuna av mistakinum hjá hotelstjóranum á Rhodos, hoyir ongastaðni heima.
Tað sær út til at tað er við at fjara í fullveldis politikkinum um eitt so lítið mistak skal blásast upp sum vit her hava verið vitnir til.
Trúði ikki at Høgni var so politiskt panikksligin sum hetta mál vísur hann veruliga er.
Vágur 02.07.2007
Johan Dahl
løgtingsmaður




