Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gerabøur verður grønt økið

John William Joensen

Á býráðsfundi gjárakvøldið var býarplanurin samtyktur

Nógv hevur verið kjakast um hvat gerast skuldi við Gerðabø, serliga her á heimasíðuni hjá Norðlýsinum, og endin var at ein meirluti av býráðslimum hildu at óneyðugt var at skunda undir eina bygging á Gerðabø.

Ymiskar grundgevingar
Grundgevingarnar fyri at gera Gerðabø til eitt sokalla grønt økið eru sera ymiskar.
Ført hevur verið fram at økið er ein mentannarárvur og fornfrøðilgarorðsøkir hava eisini verið nevndar og harafturat hevur verið víst á at ov fá grøn økið eru í býnum.
Men tað sum eftir øllum at døma hevur gjørt at meiriluti var í býráðnum fyri at leggja Gerðabø út sum grønt økið var, at nakrir býráðslimir hildu tað tað vera óneyðugt at skunda undir útgraving av Gerðabø – so leingi sum einki hendur í Miðbýnum.
Borgarstjórin harmaðist um avgerðina í útvarpinum í morgun har hann m.a. vísit á at býráði hevur samtykt at partar av økinum skulu brúkast til byggilendi.
Eisini vísti hann á tey lyfti, sum býráði hevur givið Keypsamtøkuni og tí verður fyrsta uppgávan at seta seg í samband við keypsamtøkuna at finna eina aðra loysn.