Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flaggstríðið á Rhodos er at gera nógv burtur úr ongum

John William Joensen

– Stríðið um føroyska flaggið á Rhodos er at gera nógv hóvasták burtur úr ongum. Har er einki í hasum málinum, sigur Árni Olafsson, sum ráðgevur uttanríkisráðnum í føroyskum viðurskiftum við Kringvarp Føroya

– Danska uttanríkisráðið vísir aftur, at danska sendistovan í Grikkalandi skal hava givið boð um at hanga føroyska flaggið undir tí danska á eini og somu flaggstong á Oyggjaleikunum.

– Føroyingar á oyggjaleikunum á Rhodos vóru illa við, tá ið føroyska Merkið hekk undir Dannebrog á einum hotelli. Dimmalætting skrivaði um vikuskiftið, at boðini um hesa mannagongd vóru komin frá donsku sendistovuni, og Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, hevur biðið danska uttanríkisráðharran, Per Stig Møller, um koma við eini frágreiðing.

– Men tað er ikki rætt, at danska uttanríkistænastan skal hava mælt til at raðfesta føroyska flaggið niður, sigur Árni Olafsson. Hann leggur dent á, at talan er um eitt flaggstríð millum føroysku ítróttarfólkini og viðkomandi hotell.

Kelda: www.uf.fo