Tað er óivað ein góð íløga at friða Gerðarbø, soleiðis at hann kann liggja grønur í allar ævir, men so troðkar spurningurin seg fram: Hvar skulu vit so byggja? Er Klaksvíkin so rík upp á gott byggilendi, at stórir partar kunnu leggjast grønir?
Dulnevnt innlegg í kjaktorgið:
Nógv verður tosað um útjaðarin og livilíkindi. Tað fer ikki at menna økið her norðuri, um fótur verður settur fyri, hvørja ferð útbyggingar eru í kikaranum. Grótkastið heimi á Sandi hevur so sanniliga saman við Gerðarbøi fingið av grovfíluni – tað skal vera ein skammblettur fyri býin.
Jú, tað skal eg ikki siga so nógv um, men tað er nú ikki ætlað at skula liggja soleiðis. Har skal eitthvørt byggjast til frama fyri Klaksvíkina. Tíverri er tað komið í drag, hóast mangan hevur verið lovað, at nú fór tað brátt at síggja dagsins ljós.
Nú misti Keypsamtøkan Lovaða Landið í Gerðarbø. Tað skuldi verið lag á manni at givið teimum fløtuna við Sandin. Lat Keypsamtøkuna sleppa framat har og eiga tann partin, ið umfatar stórhandil.
Í orðaskiftinum um Gerðarbø hava mong undrunarverd orð fallið. Argumentini hava verið mong so sum, at "aftanfyri okkum standa forfedrarnir, tey skaptu ta felags mentan, vit øll eru partar av". Eisini verður sagt, at fyri at trívast í hesum býi, "mugu vit hava kjølfesti í teirri mentan, sum undan fór". Økið skal "vekja sterkar kenslur hjá mongum av teimum, ið vuksu upp her". Øki skal vera "siðsøguliga, søguliga, mentanarliga og fagurfrøðiliga av stórum týdningi fyri býin. Eitt øki, ið knýtir okkum til upprunan".
Hetta eru føgur og mergjað orð, og alt gott um tað, men her vil eg gera vart við, at tað búgva onnur enn tey í Klaksvík, sum eru uppvaksin við Gerðarbø. Tá forfedrar okkara í annað lið komu til Klaksvíkar, sløddust nøkur fá hús úti á vesturarminum, nøkur vóru úti í Klaksvíkini, nøkur heimi í Vági. So vóru tað Uppsalir, Gerðar, Biskupstøð og so eitt sløð norð eftir Stongunum. Hópur av grønum og veltum bøi var ímillum, har okkara forfedrar gingu við haka og kvísl.
Tá fedrar okkara komu til, broyttist umhvørvið nógv. Meir og meira bygging tók seg upp heim ígjøgnum Víkarnar og á Heygunum. Vágsheygur gjørdist eitt rættiligt sethúsaumhvørvi, og tað sama hendi norður eftir eystara armi og norður á Kósina.
Minnist sum lítil, hvussu tómt tað var úti á Bumshamri. Bert tann niðasti vegurin og so eini hús einsamøll langt uppi í brekkuni. Ovari vegur í Víkunum rakk út til Sjúkrahúsið, og tí mátti Grutabrekkan og Sýðslumansbrekkan nýtast fyri at koma til húsini í Grótinum og í Brekkuni.
Frá Sofus Larsen og heim í Vág var ein mjúk fløta, og innan stóra Eið var so at siga bara fótbóltsvøllurin. Í Gerðum vóru ovastu húsini tey, sum í dag liggja vestanfyri Kráargøtu, og frá Biskupstøðbrekkuni og norður til Solo stóðu trý hús við vegin.
Hvat er tað, sum ger Gerðarbø øðrvísi enn øll hesi øki, ið her eru nevnd? Biskupstøðbøurin skuldi so sanniliga verið fornur. Eingin minni enn reystmennið Nólsoyar Páll hevur brotið upp úr nýggjum har um leiðir.
Sagt verður so vakurt um øll tey mongu, "sum úr øllum heraðshornum leitaðu sær higar og bygdu upp tað, vit nú rópa Klaksvík."
Høvdu stórur partar av íbúgvunum tá verið so afturhaldnir (reaktionerir), sum vit uppliva nú, høvdu øll hesi als ikki kunna sett seg niður her og bygt nakað sum helst!
Spurningurin er so: Nær skulu vit steðga? Áttu forstandarskapið at havt steðga í 30-unum, tá onkur hevði hug at byggja omanfyri skúlan, ella skuldi sóknarstýrið havt niðurstemmað alla bygging í Biskupstøðbønum í 60-unum, ella skuldi Klaksvíkar kommunustýri latið vera við at útstykkja Lítlubrekku, Geilina og Kráargøtu í 70-unum? Ella skuldi Klaksvíkar Býráð sett fótin fyri allar útstykking omanfyri Vikarnar, undir Hálsi og undir Klakki?
Kanska hevði tað verið ein fongur, um fyrsti víkingur, sum steig á land í Klaksvík fyri meira enn 1000 árum síðani, var dottin niður ímillum. Hugsið tykkum, hvussu vakurt umhvørvi Klaksvíkin tá hevði verið!
Klaksvíkin er okkara býur! Klaksvíkin er okkara lív, sum búgva her. Klaksvíkin er okkara mentan, okkara fortíð, men so sanniliga vónandi eisini okkara framtíð. Kappingin er í dag hørð um tilveruna. Kommunurnar vestanfyri Leirvíksfjørð eru so smátt farnar at leggja saman, og gerast harvið eitt megnar kappingarført uppland.
Tað sær út til, at landsmyndugleikarnir ikki eru sinnaðir til, at nøkur samanlegging skal vera um Leirvíksfjørð, og við tí vera vit í allar ævir ein útjaðri – við alt minni og minni egnaðum byggilendi til okkara borgarar og til vinnuna í økinum.
Tosað verður nógv í hesum døgum um altjóðagerð, men hon er ikki einans millum lond og heimspartar. Hon ger seg sanniliga eisini galdandi innanlands. So hvørt sum samferðslumøguleikarnir batna, fara fólk minni og minni at leggja í, hvar tey búgva, tí tey kunnu altíð koma ómakaleyst ímillum. Við tvørrandi og dýrum byggilendi í Klaksvík kundi hent, at úrslitið verður, at okkara ungdómur leitar sær vestur um Leirvíksfjørð at festa búgv, hóast tey leita sær arbeiði í Klaksvík. Vit kunnu ímynda okkum alla bygging á fløtuni í Leirvík niðan undir Leirvíksfjall og allan Gøtudal – eitt veldugt byggilendi.
Tað verður soltið hjá okkara kæra býi bert at eiga útreiðslurnar og at missa allar skattainntøkurnar av berari "nostalgi" og mentunarligari fáfongd.




