Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gerðabøur bjargaður

John William Joensen

Í morgun skínur sólin í Klaksvík, hóast tað er grátt í veðrinum. Tað er ein góður lætti, at tað í evstu løtu eydnaðist at fáa meiriluta í býráðnum fyri at varðveita Gerðabø, sum grønt øki.

Hetta verður býráðslimunum, ið atkvøddu fyri, til stóran heiður. Tað er gott at vita, at tað ber til at røkka politikarunum við skilvísum grundgevingum. Takk øll tit, ið atkvøddu fyri! Somuleiðis haldi eg, at tey hava takk uppibornað, sum hava sagt sína meining um hetta mál í handlum og á gøtuni, í egningarskúrum og bindiklubbum, á kjaktorgum og í lesarabrøvum. Hóast fjølmiðlar nú vilja vera við, at minnilutin vann, so ivist eg onga løtu í, at meirilutin av klaksvíkingum er glaður í dag. Enn einaferð er prógvað, at vit duga at standa saman, tá á stendur. Kann ikki lata vera við at senda ein tanka til øll tey, sum í áttatiárunum stríddust fyri at varðveita Gerðabø. Nógv teirra, sum tá skrivaðu undir, hvíla nú úti í Bug við Borðoyavík. Vónandi fara vit eisini í framtíðini at eiga fólk, sum síggja vakurleikan og vilja býnum alt tað besta. Í dag skínur sólin í Klaksvík.

Tað er vakurt í Klaksvík á sumri,
tá ið sólin, hon kyssir hvørt strá,
og ei skýkloddi hómast á himli,
og ei fleyr sæst á speglblonku vág.
Tá hvør smáblóma tárar av gleði,
og hvør títlingur syngur við gleim
og av hjarta lovprísar tí degi,
tá hann valdi sær Klaksvík tl heim 

Nicolina Dahl