Nú verður nógv gjørt burturúr, at flagg okkara er hongt undir danska flagginum á Rhodos í samband við oyggjaleikirnar har. Fotomyndir hava prógvað, at so er.
Fyrispurningar eru settir til danska uttanríkisráðið, um hesi hava ábyrgd av hendingini, og um hetta er tilætlað? Grundarlagið undir hesun fyrispurningi tykist ikki kendur í uttanríkismálaráðnum, ei heldur á donsku umboðsstovuni í grikkalandi.
Spurningurin er síðan vendur til løgmann okkara, men hann vísir øllum frá sær.
Um ongin lýgur, so er bert eitt stað eftir at spyrja!
Hetta tykist vera eitt gjøgnumtonkt høvi at arga okkara tjóðskaparliga meðvit, so hví ikki benda spurningin á rætta stað!?
Spinarbeiðið hjá tjóðveldisflokkinum!!
Eyðun M. Viderø




