Norðlýsið og Statoilstøðin í Klaksvík skipað í felag fyri eini veddikapping til heimadystirnar hjá KÍ
Við at klippa seðilin út úr Norðlýsinum ber til at vera við í tippikappingini um úrslitini av heimadystunum hjá KÍ.
Í kvøld er freistin at tippa sett til kl. 18 tá dysturin byrjar.
Poul Michelsen tippar sigur til AB
Eins og til undanfarnu heimadystirnar verða kendir persónar bidnir at koma við einum boðið og hesuferð var tað politikkarin – Poul Michelsen.
– Eg tippi at AB fer at vinna 2-1 á KÍ.
– Tað mugu teir jú gera um vit skulu fáa KÍ niður, sigur fyrrverandi HB áleyparin argandi.
– AB hevur ryggin móti múrinum og tí verður tað undir øllum umstøðum trupult hjá KÍ at vinna.
Poul Michelsen var eisini tann sum skoraði avgerandi málið, tá HB “stjól” meistaraskapin frá KÍ í 1971.
Dysturin millum KÍ og AB verður á Djúpumýru mikudagin 4. juli kl.-18




