Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaflokkurin nevyan samdur

John William Joensen

sigur Óli Breckmann, sum vísir til at tað er so sera ymiskt hvat einstøku tinmennirnir halda um Føroyar sum eitt valdømi

Óli Breckmann heldur at politikarar úr miðstaðarøkinum eru flestu fyri einum valdømi meðan politikarar kring um í landinum eru meira illgrunasamir.
– Málið er av slíkum slag at atkvøðurnar verða smábíttar í øllum flokkum og eg trúgvi at felstu politkkarar í suðurstreymi verða fyri.
– Tað kann vera eitt sindur óheppið at broyta valskipaninna beint undan einum valið, men hinvegin so verða stórmál ofta avgjørd beint undan einum løgtingsvalið.
– Eg síggi ikki tann stóra trupuleikan við Føroyum sum einum valdømi og eg haldi tað vera løgið at menn ikki dugdu at síggja at hetta fór at broytast nú landið bleiv samanbundið við tunnlum og undirsjóartunnlum.
– Men tá menn standa so spjaddir og hava so harðligar meiningar um málið so átti løgtingsformaðurin kanska at umhugsað støðuna.