Fríggjadagin 13. juli kl. 16:00 letur upp listaframsýning við Jórun Høgnesen.
Jórun er 24 ára gomul og er ættað av Norðoyri. Hon hevur gingið á kvøldskúla hjá Archibald Black í nøkur ár. Í 2002 var Jórun á Krabbesholm højskole í Danmark, og á háskúlanum fekk hon áhuga fyri design, tí valdi hon at lesa tann vegin. Jórun hevur verið eitt ár í Skotlandi, har hon hevur lisið trý dimensionelt design. Eftir summarfrítíðina skal hon byrja á nýggjum skúla í Brighton, har hon skal ganga í 4 ár. Jórun málar spennandi og øðrvísi landslagsmyndir settar saman við onnur motiv í akryl. Hon hevur fyrr havt framsýning í Leikalund, og framsýning hennara hesa ferð verður hangandi allan juli mánaða.
Upp og afturlatingartíðir hjá Leikalund eru hesar:
Mánadag – fríggjadag 10:00 – 17:30
Leygardag 10.00 – 13.00
Tá ið ferniseringar eru, er tó opið til kl. 19:00
Ókeypis atgongd.




