KÍ hevur í dag skrivað undir sáttmála við danska álopsspælaran Denni Conteh. Hann hevur áður umboðað feløg sum Strasbourg, Sparta Rotterdam, OB og FC Nordsjælland.
Heimasíðan hjá KÍ boðaði fríggjadagin tann 20. juli frá, at KÍ hevur tryggjað sær styrk til Formulahópin.
Felagið hevur gjørt sáttmála við danska álopsspælan Denni Conteh, og sáttmálin er galdandi fyri tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.
Denni Conteh kemur til Klaksvíkar í næstu viku, og hann verður tøkur á Formulaliðnum til fyrsta dystin eftir summarsteðgin.
– Vit eru fegnir um, at vit hava fingið ein royndan álopsspælara, sum hevur spælt á hægsta stigi uttanlands. Hetta er ein styrkur til liðið her og nú, og samstundis arbeiðir leiðslan í felagnum við at finna varðandi styrk til Formulaliðið fram ímóti næsta kappingarári, sigur Aksel Johannesen, nevndarformaður í sp/f KÍ.
Denni Conteh er 31 ára gamal. Hann er dani og hevur umboðað fleiri feløg í fremstu donsku fótbóltsdeildini. Hann hevur eisini spælt í fremstu deildunum í Fraklandi og Hollandi.
Árini frá 1997 til 2001 spældi Conteh fyri franska felagið Strasbourg, og í 2002 og 2003 spældi hann í Sparta Rotterdam í Hollandi. Eftir tað hevur Denni Conteh spælt fyri FC Nordsjælland, OB og Molde. Í 2004 var Denni Conteh úttikin til danska ligalandsliðið, sum var á ferð í USA, og har spældi hann fleiri dystir á liðnum.
– Eg havi hoyrt sera nógv gott um Føroyar, so eg gleði meg at koma til Føroya at spæla fótbólt. Eg kenni ikki so nógv til føroyskan fótbólt, men mítt mál verður at hjálpa KÍ longur upp á stigatalvuni, sigur Denni Conteh.
Hann sigur seg kenna fleiri føroyskar fótbóltsspælarar, og tað er ikki av tilvild, at allir teir, hann nevnir, eru úr Klaksvík – Todi Jónsson, Jákup Mikkelsen og Atli Danielsen.




