Í morgin er tað 10. ferð, at runnið verður fyri heilsuna saman við Sportmaster og Treystinum. Higartil hava umleið 600 luttakarar verið við.
Tiltakið “Renn fyri heilsuna – og fá gávur afturfyri frá Sportmaster” hevur fingið nógv betur undirtøku enn fyrireikararnir frá Sportmaster og Treystinum høvdu roknað við, og tað eru teir sjálvandi sera fegnir um. Endamálið við tiltakinum er at fáa fólk at røra seg regluliga, saman við øðrum hvønn leygardag.
– Frá tí at fyrsta renningin var 12. mai og áðrenn 10. renningina í morgin, eru tað samanlagt 600 ella 60-70 fólk, sum hava luttikið í miðal, og tað er nógv fleiri enn vit roknaðu við, áðrenn vit saman við Treystinum fóru undir tiltakið, sigur Hans Pauli Jacobsen frá Sportmaster. – Av teimum eru tað nøkur, sum hava luttikið hvørja ferð, sigur Hans Pauli Jacobsen.
Hvør einstakur luttakari hevur fingið eina t-shirt frá Sportmaster fyri at luttaka fyrstu ferð. Fyri at hava luttikið fimm ferðir, og tað eru fleiri sum hava, fáa luttakararnir einar rennisokkar. Fyri tíggju ferðir fáa tey eina renniblusu. Fyri fimtan ferðir, fáa tey so aftur eina gávu.
– Tey hjá Sportmaster hava verið sera røsk, at vera klár við vatn og saft, til allar luttakararnar tá teir eru komnir aftur, eftir at hava verið úti á Skarðhamri og vent, sigur Guttorm Sørensen frá Treystinum.
– Veðrið sær út til at blíva sera gott í morgin, so vit vóna at luttøkan verður góð 10. ferð, siga teir báðir Hans Pauli Jacobsen og Guttorm Sørensen.
Heilsumálaráðharrin, Hans Pauli Strøm, skuldi koma norður at verða við í morgin, men hann hevur fingið forfall. Annars hevur onkur annar politikkari sagt seg verða við í morgin, so spennandi verður at vita hvør tað er.




