Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrispurningur til landstýrismann

John William Joensen

Eftir at hava lisið grein í Dimmalætting 20. juli undir heitinum “Roskilde tikin fram um Klaksvík” og samrøðu við Tummas í Garði, læknastjóra á Landssjúkrahúsinum, fari eg at loyva mær at venda mær beinleiðis til tín við ovastu leiðslu og ábyrgd av føroyska sjúkrahúsverkinum, skrivar Jógvan við Keldu, løgtingsmaður

Opið bræv til Harra Hans Paula Strøm, landsstýrismann.

Harra Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður 26.07.07.
Almanna- og heilsumálaráðið
Eiragarður 2
100 Tórshavn

Eftir at hava lisið grein í Dimmalætting 20. juli undir heitinum “Roskilde tikin fram um Klaksvík” og samrøðu við Tummas í Garði, læknastjóra á Landssjúkrahúsinum, fari eg at loyva mær at venda mær beinleiðis til tín við ovastu leiðslu og ábyrgd av føroyska sjúkrahúsverkinum.

Hópur av Føroya fólki spyr ídag , hvat tað er, ið gongur fyri seg innan okkara sjúkrahúsverk, har læknastjórin á Landssjúkrahúsinum sigur at: “Landssjúkrahúsið hevur hvørki heimild ella skyldu at senda sjúklingar til Klaksvíkar at fáa viðgerð”.

Í sjálvari greinini stendur ymist sera áhugavert, men millum linjurnar í svarinum frá Tummasi í Garði hómast nakað upplýsandi men sanniliga ikki sørt illgrunasamt.

Lat meg leggja dent á, at virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er sáttmálaundirskrivað av øllum pørtum og landsstýrismanninum Hans Paula Strøm, og skuldi sostatt vigað tungt.

Í framtíðarálitinum hjá føroyska sjúkrahúsverkinum, sum landsstýrismaðurin legði til tingviðgerð í apríl mánað í ár, stendur m.a. á síðu 19 – 2.2 “Tað eru fyrst og fremst sjúklingarnir og teirra upplivingar og nøgdsemi av veitingunum og tænastuni, ið er rættiliga avgerandi, tá metast skal, um tað føroyska sjúkrahúsverkið er vælvirkandi”.

Samandrátturin sigur greitt á síðu 113 stk. 24: “Samskipanin av virkseminum millum Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús kann økjast munandi”.

Samgonguskjalið – sum er politiski setningurin – dagfest 24. januar 2004 sigur m.a., at: ”…Samstundis heldur arbeiðið fram at samskipa og dygdarmenna sjúkrahúsverkið, soleiðis at bíðilistarnir verða burtur”.

Sum nevnt, er greiður sáttmáli gjørdur og undirskrivaður av øllum pørtum. Greið avtala fyriliggur um nýtslu av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Umframt at her er ein møguleiki fyri at stytta um bíðilistar, eisini á Landsssjúkra-húsinum, so finst her eisini møguleiki fyri at brúka Klaksvíkar Sjúkrahús meiri víðfevnt ella optimalt umframt, at hetta er ein ódýrari loysn, heldur enn at fólk enntá uttan at vilja tað, verða send uttanlands til viðgerðar.

Sjálvur havi eg varðhugan av, at Tummas í Garði, sum ikki er sjúkrahússtjóri fyri øllum tí føroyska Sjúkrahúsverkinum, men er læknastjóri á Landssjúkrahúsinum ikki er serliga vælviljaðugur fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og tí mótmælir hesi loysn á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Kanska er hetta eisini gjørt við tí í hyggju, at fáa størri játtan til Landssjúkrahúsið hóast tað er óneyðugt.

Núsitandi samgonga er samd um, at føroyska sjúkrahúsverkið skal brúkast optimalt, bíðilistarnir skulu skerjast, og at vit stuðla undir eina betri tænastu, og at privatar viðgerðir skulu takast í nýtslu um neyðugt.

Lat meg eisini vísa á, at tá Ríkissjúkrahúsið fær sjúklingar inn og bíðilistin er longri en hann eigur, verða privatu sjúkrahúsini eisini tikin í nýtslu og goldin fyri, eisini tá føroyingar verða sendir til Danmarkar!

Viðfeðin sum víst er til í Dimmalætting og sum sagt, ikki er eindømi, er uttanfyri alt mark, serliga tá viðgerðin er møgulig her heima.

Eg fari tí eisini at spyrja landsstýrismannin um prísmunin á at senda fólk til Danmarkar til viðgerðar og at senda hesi til Klaksvíkar og hvussu hetta verður goldið.

Sum heild fari eg at biðja landsstýrismannin um eina frágreiðing um hesi sera løgnu viðurskifti, har hópur av føroyingum stendur fullkomiliga spyrjandi, og ikki minst klientarnir, nú vit tosa um at føroyska sjúkrahúsverkið skal nýtast optimalt.

Lat meg leggja afturat, um Landssjúkrahúsið hvørki hevur heimild ella skyldu at vísa sjúklingar til Klaksvíkar Sjúkrahús, um hetta í fyrsta lagi ikki kann vísast til visitatiónsnevndina, sum hevur tilmælingarrætt at senda fólk aðrastaðni enn til Ríkissjúkrahúsið og í øðrum viðfangi, um landsstýrismaðurin bara ætlar at lata hetta fara aftur við borðinum.

Hóast hetta ikki sigur frá góðum, fari eg ikki útdýpa málið meiri í løtuni.

Í fyrstu syftu geri eg ikki meira við málið enn at bíða eftir svari, og verður svarið ikki nøktandi, komi eg við fyrispurningi á tingi eftir Ólavsøku.

Við heilsanum
Jógvan við Keldu
løgtingsmaður