KÍ-liðið er helst styrkt nakað, nú Ovi Nysted og Denni Conteh komnir í hópin, samstundis sum Kaj Ennigarð spælir aftur eftir drúgvan skaða – men hini botnliðini hava eisini styrkt seg!!
Eingin ivi er um, at KÍ hevur roynt at styrkt sær um hópin í summarsteðginum, samstundis sum felagið hevur hildið fast um teir leikarar, sum eru í hópinum, og ikki hevur latið nakran fara til onnur áhugað feløg.
Tíðindi hava verið um ymiskar leikarar, sum hava verið upp á tal at koma hendanvegin, men tá av tornaði, vóru tað tveir, sum komu hendavegin:
Ovi Nysted er væl kendur millum øll KÍ-viðhaldsfólk. Hann hevur sína styrki í framúr kropsstyrki og í luftspælinum. Hann er helst fyrst ein miðverjuleikari, men hevur tó eisini royndir sum álopsleikari. Harafturat er hann fastur fúsur framman fyri mótstøðumálið, tá KÍ hevur vunnið sær deyðbóltar (fríspørk og hornaspørk) frammi í álopinum.
Hin nýggi KÍ-leikarin í summarsteðginum er Denni Conteh, sum longu hevur fingið umrøðu. Dennið er sum skilst álopsleikari, men sum skilst er hann eisini ein maður, sum kann arbeiða millum miðju og álop. Ein spennandi leikari, sum nógv eygu fara at fylgja leygardagin ímóti Skála her í Klaksvík.
Triði styrkurin, sum longu hevur verið heima og hjálpt KÍ, men sum í hesum umfari bert var tøkur í 2 dystir, er Atli Danielsen. Atli var við ímóti AB í tí sera umráðandi sigrinum, sum hann átti sín týðandi lut í, men eitt keðiligt reytt kort forðaði honum at verða við ímóti NSÍ beint áðrenn summarpausuna.
Vit vóna tað sjálvandi ikki, um tað skuldi helt, at KÍ aftur fær stórliga brúk fyri styrki seinni í ár, so krossa vit fingrar fyri, at Atli tá aftur kann verða tøkur til at veita eina hjálpandi hond. Atli hevur mangan verið gull verdur fyri KÍ, og tað vísti hann aftur, nú hann var heima. Vit ynskja honum alla eydnu í Frem.
Fjórði týðandi leikarin, sum nú aftur er tøkur hjá besta KÍ-liðnum, er Kaj Ennigarð, sum í fyrsta partin av kappingini í ár royndist kanska best av øllum leikarunum.
Týdningur hansara kom eisini sera væl til sjóndar í dystunum, eftir at hann varð blivin skaddur, tí hesa tíðina hevur hann verið stórliga saknaður.
Tað er tí gleðiligt, at Kaj aftur er tøkur, og hugaligt var tað at fáa staðfest í vinardystinum ímóti AB á Ólavsøku, at hann heldur ikki hevur mist máltevið. Kaj skoraði nevniliga fyrsta málið hjá KÍ í tí dystinum.
Men … allar súðir eru sanniliga ikki syftar enn.
Hini liðini – ikki minst hini botnliðini – hava styrkt seg við fleiri leikarum, og tí er ikki enn til at siga, hvussu KÍ liggur í svinginum í mun til kappingarneytarnar.
Fyrstu ábendingina um støðuna hjá KÍ fáa vit longu nú leygardagin, tá fyrsta umfar eftir summarsteðgin í Formuladeildini verður á skránni.
Tá kemur SKÁLA, sum nevnt, á vitjan við Djúpumýru.
SKÁLA liggur nakað betur fyri enn KÍ og kann ikki rættiliga metast sum eitt botnlið. Teir liggja sum nr. 6, beint undir miðjuni á stigatalvuni, men kortini eru skálamenn framvegis eitt av liðunum, sum enn eru til at røkka hjá KÍ, um tað gongst teimum eftir vild.
Tí skal ein ikki undirmeta týdningin av einum KÍ-sigri leygardagin, tí vinnur KÍ, so tódnar stigamunurin millum hesi bæði liðini niður í 4 stig.
Hinvegin verður munurin øktur heilt upp í 10 stig, um Skála vinnur – jú, hesin dysturin má metast at vera ein av teimum sonevndu 6-stiga dystunum.
Dysturin ímóti Skála verður við Djúpumýru leygardagin klokkan 15:00.
KOYR Á KÍ !!!




