Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tit skulu fáa eitt fantastiskt kvøld

(Hannefía Joensen)

– Vit vilja skapa eitt fantastiskt summarkvøld í Føroyum, vit vilja í samband við áhoyrararnar, og tá fólk fara avstað aftur skulu tey siga, at hatta var ótrúligt, sigur Klaus Meine, sangari í Scorpions

Scorpions uttan Klaus Meine hevði verið sum ein ballón uttan luft. Eyðkenda røddin, sum kann fara upp í skýggini og raka tónan sum ein hamari rakar seymin á høvdið, hevur øll árini verið við til at mynda tónleikin hjá Scorpions, og framvegis er tað ein Klaus Meine í toppformi, sum stendur á odda fyri bólkinum.

– Vit høvdu hoyrt um Summar Festivalin og fingu eina innbjóðing úr Føroyum. Vit hildu beinanvegin, at tað hevði verið stuttligt at farið til Føroya at spælt. Scorpions eru kendir fyri at ferðast kring allan heimin við okkara tónleiki, og vit eru klárir at spæla allastaðni, har tað er streymur, sigur Klaus Meine.

– Vit vita, at tað eru nakrar vakrar oyggjar, ið vit nú skulu vitja. Vit hava verið á internetinum og leita eftir upplýsingum um Føroyar. Tað er langt burturi, men vit hava samband umvegis tónleikin, og nú koma vit at rocka víkingarnar, sigur hann.

Lovar rimmar konsert í Føroyum

– Tá ið vit hava givið eina góða fløgu út, gleða vit okkum altíð til at spæla sangirnar live, og soleiðis er eisini hesferð. Vit eru sera spentir at koma til Føroya, og tað verður eitt ordans rockshow, tá vit koma at spæla, lovar sangarin úr Hannover.

– Føroyingar skulu vænta at hoyra allar okkara kendastu sangir. Vit spæla Wind of Change, Rock You Like á Hurricane, Still Lovin You og øll hini hittini hjá okkum. Og so tríva vit sjálvandi eisini í nakrar sangir av okkara nýggju útgávu.

– Vit vilja skapa eitt fantastiskt summarkvøld í Føroyum, vit vilja í samband við áhoyraranar, og tá fólk fara avstað aftur skulu tey siga, at hatta var ótrúligt.