Skúlaskipið “Dragin” er komið aftur av túri í Hetlandi og Orknoyggjum. Í Hetlandi vitjaðu teir í bygdini “Aith”, har “Dragin” fekk eina gávu, nevniliga ein galliónsfigur.
Hetta var eitt drekahøvd við gapandi kjafti, sum varð fest á stevni og upp undir sprydið – eitt satt listaverk.
Frá Hetlandi gekk leiðin til Kirkwall í Orknoyggjum. Har var útferð gjørd til ymisk søgulig pláss sum t.d. Scapa Flow og steinaldarbygdina Scara Brae.
Túrurin aftur til Føroyar tók 33 tímar, rættiliga frískur vindur av suðri og útsynningi, so drekin fekk sjógv upp í kjaftin.
Nú verður riggað til Sjómannadagin. Tá fara øll tey gomlu føroysku træseglskipini at sigla regattasigling við seglum.




