Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuldadeildin: KÍ – Skála 1-0 (1-0): Skoðsmál til KÍ-leikararnar:

Norðlýsið ÍTROTTUR

Skoðsmál til KÍ-leikararnar fyri avrikið í Formuladeildardystinum við Djúpumýru ímóti Skála, sum KÍ vann 1-0.

Meinhardt Joensen, málmaður 10
Ikki nógv at gera, men gjørdi alt rætt og var tryggur, tá tað var neyðugt. Góð útspørk eisini.

Jan Andreasen, miðverja/miðvøllur 10
Tað ber ikki til at geva Jan minni enn 10. Hann spældi aftur væl í miðverjuni og ikki minni á miðvøllinum ta løtuna, hann var har í seinna hálvleiki.

Ovi Nysted, miðverja (innskiftur) 9
Ovi kom inn og gjørdi alt tað, sum hann skuldi í miðverjuni. Við Ova aftur í hópinum kundi útskiftingin av Símuni fara fram, uttan at KÍ-liðið viknaði. Tað hevur stóran týdning fyri komandi avgerandi dystir. Hinvegin var Ovi hesaferð ov stutt inni til at fáa meira enn eitt 9-tal. Tykist ikki at vera í allar bestu venjingarstøðu. Koyr á, Ovi!

Kaj Ennigarð, miðverja 10
Gott at hava Kaj aftur á liðnum. Tryggur og sterkur í verjuni. Góðar avleveringar og altíð klárur at søkja at málinum, tá deyðbóltar er har frammi. Eftir drúgva skaðasteðgin er Kaj tó neyvan enn komin aftur í 100% venjingarstøðu. Tað kemur.

Harley Bertholdsen, vinstri bakkur 11
Vit geva Harley eitt 11-tal, tí sum einasti málskjútti í dystinum tryggjaði hann KÍ hesi ómetaliga týdningarmiklu stigini, samstundis sum hann var við til at skapa fleiri onnur KÍ-álop og var sera tryggur í verjupartinum. Dagins maður, sjálvandi!

Høgni Madsen, høgri bakkur 10
Høgni hevur ordiliga funnið seg til rættis á hesum plássinum. Hann er framúr raskur og álítandi – eisini tí hann orkar so væl at koma aftur, sama hvussu langt fram hann er farin í álop.

Símun Joensen, miðvøllur 10
Avrikið í hesum dystinum stóð fult út mát við góðu avrikini, ið Símun hevur staðið fyri mest sum alla fyrru hálvu av kappingini. Hann fyllir bara so ótrúliga nógv í verjupartinum á miðvøllinum – ein ordans bóltvinnari.

Kristoffur Jakobsen, miðvøllur 10
Kristoffur sær út til at trívast bara betur á KÍ-liðnum, og leygardagin vísti hann fleiri ferðir vilja og kreativitet til KÍ-spæl fram eftir vøllinum. Er enn ungur og hevur tí gott av at hava meira royndar menn uttan um seg – eitt nú í verjupartinum – men í løtuni fer fram ein menning. Eingin ivi um tað.

Heðin á Lakjuni, vinstri vongur 10
Liðformaðurin gekk enn einaferð á odda í stríðnum fyri stigunum og var eisini við í nógvum álopsroyndum.

Gunnar Nielsen, høgri vongur 9
Sum vant var hann góður tekniskt og fúsur til álopsfótbólt. Var hinvegin ikki so raskur og álítandi í verjupartinum, og var hetta helst orsøkin til, at venjarin valdi at seta aðrar kreftir inn fyri hann.

Erling Fles, høgri vongur (innskiftur) 9
Erling kom inn, og líka sum Ovi gjørdi hann alt tað, sum hann skuldi á sínum plássi. Kempaði væl, bæði í verjuparti og frameftir, og gav harvið KÍ ta tiltrongdu styrkina  í høgra borði ímóti endanum av dystinum, tá neyðugt var at halda fast um 1-0 leiðsluna. Hóast Erling ikki var við í byrjunaruppstillingini, hevur hann stóran týdning fyri styrkina og breiddina í hópinum. Hinvegin var hann hesaferð ov stutt inni til at fáa meira enn eitt 9-tal.

Denni Conteh, álopsleikari 9
Denni var uttan iva mest eftirhugdi leikarin við Djúpumýru leygardagin, og samanumtikið kom hann rímiliga væl frá uppgávuni, hóast hann ikki enn hevur funnið seg ordiliga til rættis, hvørki á liðnum ella á nýggja undirlagnum. Vísti tó í glottum, at hann hevur klassa. Serliga skotroyndin í seinna hálvleiki tætt fram við trýkantinum var góð.

Paul Clapson, álopsleikari 9
Paul hevði bóltin einaferð í Skála-málinum í fyrra hálvleiki, men tá var hann rangstaddur, og málið varð tí kolldømt. Burtursæð frá hesum rakti Paul ongantíð málið, og tað sæst aftur á skoðsmálinum hesaferð. 9-talið er tó við píli upp, tí sum vant stríddist hann sera væl. Eitt nú var hann sera raskur at koma heilt aftur í KÍ-brotsteigin, tá Skála hevði sítt allar síðsta hornaspark, har tað júst var Paul, sum fekk órógvað tann annars fría Skála-leikaran, so hann ikki fekk skallað, sum hann vildi, ímóti KÍ-málinum.