Arbeitt verður aftur í ár við stórari fiskivinnuráðstevnu í Klaksvík.
Fiskivinnuráðstevnan sum var fyriskipað á Sjómannadegnum 2006 fekk sera góða undirtøku, og vóru tað út við 300 luttakarar á ráðstevnuni.
Sum skilst, so er ætlanin aftur í ár Fiskivinnuráðstevnan skal halda til í Skálanum og verður luttakaratalið tí avmarkað.
Tað liggur í kortunum, at skipað verður fyri fyrilestrum og panelborði.




