Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennitíðindi: Rebekka rann seg til føroyskt met

Norðlýsið ÍTROTTUR

Føroyska ungdómslandsliði í frælsari ítrótt, sum 8. og 9. august luttekur í DN Galan Youth í Stockholm fekk sera góð úrslit í gjár

Kappingin, DN Galan Youth, fer fram á Olympiska leikvøllinum frá 1912 í Stockholm, og er í kjalarvørrinum av stóru DN Galan kappingini, har fleiri av mætu heimsstjørnunum eru við. Føroyska ferðalagið sá hesa kapping týskvøldið, har ikki færri enn seks leikvallarmet blivu sett. 

Flestu luttakararnir í DN Galan Youth eru úr Svøríki, men eisini úr m.a. Noreg, Danmark, Finlandi, Álandi, Ruslandi, Estlandi, Letlandi. Tað eru fimm føroyskir ungdómar við í kappingini. 

14 ára gamla Rebekka Fuglø úr Treystinum rann sera væl og gjørdist nummar fýra í síni kapping, og tíðin hjá henni varð nýtt føroyskt met á 800m teininum hjá kvinnum. Hon kom um málstrikuna í tíðini 2.24,90 min. Gamla metið, sum Bjørk H. Olsen úr Bragdinum setti fyrr í ár, var tað 2.25,92 min.

Rúni Seloy úr Bragdinum rann 600m í bólkinum dreingir 13 ár, og hann rann seg til eitt flott 2. pláss í hesi kapping. Tíðin hjá honum 1.35,13 min. var minni enn 1 sekund frá hanarsa bestu tíð, sum hann rann fyrr í ár. 

Bjørk H. Olsen rann í gjár 800m í bólkinum gentur 16 ár. Hon bleiv nummar sjey í hesi sterku kapping við tíðini 2.26,54 min. og er tað eisini undir 1 sekund frá hennara bestu tíð, sum hon rann fyrr í ár.

12 ára gamli Regin Joensen úr Bragdinum gjørdist nummar trettan á 80m teininum.

Vár Gregersen, sum eisini er við og skuldi renna 300m í bólkinum gentur 14 ár, mátti melda frá í gjár vegna skaða. Hon bleiv stungin í fótin av moyggjabita, á venjingarleguni í Vejle í vikuskiftinum, og er fóturin hjá henni hovnaður so mikið at hon ikki fær runnið.

Samanumtikið so hava øll tey ungu runnið upp til sítt besta og kunnu vit bert vera stolt av teimum.

Í dag skullu tey øll, undantikið Vár, kappast á longri teimum enn í gjár, so spennandi verður at síggja hvussu tey fara at klára seg í dag. 

Norðlýsið ynskir teimum øllum góða eydnu í kappingunum í dag!