Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómannadagur 2007

Oliver Joensen

Klaksvik riggar seg til Sjómannadagin leygardagin 18. august. Fyrireikararnir vænta nógv fólk um veðrið verður til vildar. Ókeypis verður at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin.

Skráin fyri Sjómannadagin er fjøltáttað og verður almannakunngjørd í Atlantis í kvøld, hóskvøldið kl. 19.00. Í samband við Sjómannadagin, vóru vit ein túr við tyrluni hjá Atlantsflog í gjár og tóku myndir, sum Sjómannadagurin skal brúka, og nakrar av teimum eru viðfestar her.
M.a. stóra teltið hjá Summarfestivalinum verður sett upp á økinum á Stongunum, har høvi verður hjá framsýnarum innan fiskivinnuna at luttaka.
Sum skilst verður nógvur aktivitetur á Vágni, av teimum nógvu skipunum og bátunum, sum fara at luttaka á Sjómannadegnum.