Tá Skipalistin skipaði fyri stórari spurnarkapping á Sjómannadegnum 2006 var eyðsæð, at her var talan um eitt tiltak, sum fekk góða undirtøku millum manna.
Føroyingar vita nógv um skip og sjógv og tað, sum har til hoyrir, og tí er eisini stuttligt at royna set í vitanini, sum hesi ymisku liggja inni við.
Hetta er kappingin, har tað, sum situr millum oyruni, telur meira enn tað, sum situr á arminum. Øll kunnu luttaka, ung sum gomul. Einasta treytin er hugurin at svara teir so ofta tiltiknu “skipaspurningarnar”.
Eftir kappingina í 2006 vóru fyrireikararnir sannførdir um, at SkipaQvistin átti at halda fram komandi ár.
ØLL KUNNU LUTTAKA
Fyri at fáa finalistar úr øllum landinum, hevur Skipalistin skipað fyri undankappingum á føroysku summarstevnunum. Kappingin hevur verið skipað soleiðis, at 30 spurningar vórðu settir øllum teimum, ið høvdu hug at luttaka. Fyri hvønn spurningin stóðu trý svar á einum pappíri, har rætta svarið A, B ella C skuldi veljast. Vinnarin varð so funnin, eftir at svarini eru savnað inn aftur og rættað. Ein og hvør, ið hevur hug, kann luttaka í undankappingunum.
Í dag eru so finalistar hesir:
Frá Sundalagsstevnu Niklas R. Jacobsen
Frá Jóansøku Símun J. Nybo
Frá Varmakeldu Eyðun á Lakjuni
Frá Eystanstevnu Kári í Garði
Frá Vestanstevnu Jørgen Niclasen
Sætti og seinasti finalusessurin verður funnin fyrrapartin á sjálvum Sjómannadegnum, tá undankapping verður við morgunmatar-borðið nú 18 august kl. 09.30. Við sær í finaluna sleppa hesir at velja ein afturat sær, soleiðis at tveir luttakarar verða á hvørjum finaluliði.
SKIPAQVISTIN 2007
Finalan verður kl. 13.00 – 14.00 á stóra pallinum.
Í finaluni verða seks lið við tveimum luttakarum á hvørjum liði. Finalan verður skipað í trý styttri umfør. Eftir fyrsta umfar detta tvey lið burtur, og tað sama hendir eftir annað umfar. Í triða umfari verða sostatt bert tvey lið, sum kappast ímóti hvørjum øðrum.
Spurningarnir verða lutvíst settir sum á summarstevnunum, men eisini nakað øðrvísi, fyri at kappingin skal kennast fjølbroytt og spennandi.
Vinningarnir verða bæði spennandi og fleiri í tali. Hesir verða tó fyrst avdúkaðir á sjálvum Sjómannadegnum.
SKIPAQVISTIN FRAMYVIR
Grundað á royndunum í summar er greitt, at spurnarkappingin hevur verið serstakliga væl móttikin alla staðni, hon hevur verið. Hetta, hóast eingin stórfingin lýsingarherferð hevur verið fyri kappingina. Fólk og luttakarar hava borið á munni, at hetta er gott tiltak, sum veruliga hevur manglað. Hugsast kann, at tiltakið sum soleiðis er eitt gott, fólksligt íkast til summarstevnurnar – og til Sjómannadagin.
Tað er eyðsæð, at føroyingar vita nógv um skip og sjógv og tað, sum har til hoyrir. SkipaQvistin er eitt hugnaligt og stuttligt høvi at dystast um alt hetta, sum flest okkara hava so stóran áhuga fyri.
Vit síggja fram til eina góða og spennandi spurnarkapping fríggjadagin, har eisini áskoðarar fáa høvi at liva seg inn í kappingina.
SkipaQvistin takkar fyri stóru luttøkuna fram til hesa løtu. Vit vita, at tað er ikki altíð so lætt at fáa sjómenn og onnur at stilla seg fram á pall fyri onnur at síggja og hoyra, men so mikið størri skal tøkkin ljóða her frá okkum. Tað er undir øllum umstøðum vist, at landsumfatandi spurnarkappingin um skip og sjógv og tað, sum har til hoyrir, er til bæði spenning og gaman fyri bæði luttakarar og fyri áskoðarar.




