Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin: GÍ-KÍ í Gøtu sunnudagin: Høgni leikbann – Steffan og John við aftur

Norðlýsið ÍTROTTUR

Høgni Madsen er leikbannaður ímóti GÍ, so høgra bakkplássið skal mannast av onkrum øðrum.

Sunnudagin verður næsta umfar eftir summarsteðgin, har KÍ skal royna at halda fram við góðu gongdini, sum byrjaði á heimavølli ímóti Skála, har KÍ vann 1-0.

Sum nevnt, er Høgni Madsen leikbannaður. Hann var ein av teimum íalt 5 KÍ-spælarunum, sum fingu gult kort frá dómaranum í dystinum ímóti Skála.

Onkrir smáir skaðar hava verið í vikuni, men sum skilst verða væntandi allir klárir til dystin sunnudagin.

John Hammer, sum júst er afturkomin av ferð við U19-landsliðnum, og Steffan Kalsø eru viðaftur í hópinum.

U19-landsliðið spældi nakrar dystir á hesi ferðini, og vóru tað bara tveir av føroysku leikarunum, sum spældu við allar minuttirnar, sum U19 spældi.  Annar teirra var John Hammer, sum U19-landsliðsvenjarin, Abraham Løkin sostatt hevur stórt álit á.
Á hesi ferðini spældi John á miðvøllinum og á høgra bakki.