Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kendur skipskokkur bjóðar umborð á Ternuna

John William Joensen

Í samband við Føroya Sjómannadag kemur Ternan at liggja við bryggju á Stongunum og umborð verður restaurant og framsýningar.

Fyrireikingarnar til Føroya Sjómannadag eru um at koma í hæddina og í samstarvið við Strandferðsluna hevur Føroya Sjómannadagur fingið loyvi til at bjóða Ternuna fram til tey sum vitja Føroya Sjómannadag

Restaurant
Kendi skipskokkurin Dorius Frederiksberg bjóðar øllum vælkomnum umborð á Ternuna á Føroya Sjómannadegi, at at fáa sær Carvery av neytakjøti og svínakjøti og salatbuffe.
Øll sum hava ferðast við Ternuni minnast aftur á serligu Ternu-pylsurnar og tær vera sjálvandi eisini at fáa.

Framsýning av sjómannamyndum
Umborð á Ternuni verða ymiskar framsýningar
M.a. verður frovitnislig framsýning sjómannamyndum úr fimti- og sekti árunum.
í niðaru salongini umborð á Ternuni.

Tiltøk á bildekkinum
Ætlanin er eisini at hava tiltøk á bildekkinum – meira um hetta í Norðlýsinum, sum verður borið í hvørt hús í Føroyum týsdagin.