Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaflokkurin setti meg uttan fyri ávirkan

John William Joensen

Skrivar Rúna Sivertsen á heimasíðun síni www.runa.fo sum er misnøgd fyrrverandi flokksformannin og Norðoya Fólkaflokksfelag

– Eg havi í dag boðað Fólkaflokkinum frá, at eg beri meg undan sum valevni á listanum hjá Norðoya Fólkafloksfelag, til komandi løgtingsval.

– Eisini havi eg boðað felagnum frá, at eg frameftir fari at brúka mína orku í politikki innan Sjálvstýrisflokkin.

– Orsøkin til floksskifti er, at eg, í nógv størri mun, ynski at hava ávirkan á politikkin í tí flokki, eg virki í.

Rúna misnøgd við Fólkaflokkin

Viðmerkingin frá fyrrverandi formanninum var tað sum fekk bikari at flóta yvir. 

Rúna skrivar á heimasíðuni :
Í Sosialinum hósdagin, 9. august, fær Anfinn Kallsberg tað at ljóða sum, at eg komi ”sum ketta burtur úr høvdatrogi”, í sambandi við formansval og viðtøkurnar hjá Fólkaflokkinum.
Tað vil eg ikki hava sitandi á mær.
Anfinn Kallsberg heldur tað vera løgið, at eg ikki fyrr eri komin í tankar um, at eg eri ónøgd við viðtøkurnar hjá Fólkaflokkinum. Men hann mann hava gloymt, at Norðoya
Fólkafloksfelag, fyri fleiri árum síðani, setti meg uttanfyri ávirkan, tá eg ikki longur slapp at halda fram í landsstjórnini hjá flokkinum. Grundgevingin var, at eg ikki longur búði í økinum.
Hóast eg, hjá formanninum í Norðoya Fólkafloksfelag, bað um fund um málið, – og hjá Anfinni Kallsberg og fleiri í ovastu leiðslu floksins, havi gjørt vart við, at eg fegin vildi halda fram, – so hevur tað ikki eydnast mær at komið aftur í landsstjórnina.
Tískil bleiv mín møguleiki at gera mína ávirkan galdani í Fólkaflokkinum munandi skerdur.
Tað er harmiligt at koma alment fram við hesum, men tað verði eg noydd til, skal tað ikki standa eftir, at eg eri ein gáloysingur, ið ikki seti meg inn í viðurskifti og mannagongdir hjá flokkinum.

Hettar skrivar fyrrverandi fólkaflokks kvinnan Rúna Sivertsen á www.runa.fo