Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ koppaði LÍF

John William Joensen

Við 1-o sigrinum á LÍF hevur KÍ nú hála seg tætt upp undir SÍ í stríðinum fyri at sleppa undan niðurflyting, meðan fyri leirvíkingar var hetta seymurin sum nelgdi lokið á kistuna um at náa eitt uppflytingarpláss

1.deild hjá Kí siglir vandasjógv og liggur enn niðanfyri botnlinjuna í næst bestu deildini.
B36 liggur í botninum í deildini við 8 stigum og Kí liggur so næstniðast við 14 stigum.
Beint framman fyri Kí liggur SÍ við 15 stigum og HB við 20 stigum.
LÍF er nú 12 stig aftanfyri ÍF á triðjaplássinum.

Dysturin var annars sera javnur – LÍF hevði kanska meira bóltin á miðjuni men KÌ hevði fleiri málmøguleikar.

Fríðin Ziskason og Hans Jakki Heinesen eru venjarar hjá 1.deild og Hans Jakki sigur at sigurin gevur vónir um at KÍ sleppir undan niðurflyting.
– Eg haldið at vit stóðu okkum betur enn LÍF og at betra liðið vann.
– Serliga stuttligt var at síggja hvussu leikarar megnaðu at halda avtalur – og hvussu væl keturnar hingu saman.
– Verjan og Miðvøllurin virkaðu sum ein eind og tí var sera trupult hjá LÍF at byggja nakað álopsspæl upp.
– Nú møta vit so TB í Klaksvík og hava vit ein góðan dag kann alt henda.
– Men tað er klárt at tá ein stríðist fyri at yvirliva kann ein ikki loyva sær at satsa ov nógv og tí fara vit at berjast fyri at fáa stig í hvørjum dysti.

Tað var ein sera vælspælandi Álvur Christiansen sum gjørdist dystrarvinnarin.

Høgni Madsen, Erling Fles, Steffan Kalsø og Kristian á Lakjuni vóru komnir niður úr Formulahópinum at hjálpa til.

Harleywoodpaint