Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karl Birgir nýggjur formaður

John William Joensen

Á nevndarfundi í seinastu viku skipaði Vinnulívsráðið í Klaksvík seg við Karl Birgiri Isaksen sum nýggjum formanni. Næstformaður er Heini Hansen, skrivari Rani Nolsøe, fíggjarrøkil Elsubeth Poulsen og Hilmar Danielsen nevndarlimur.

Vinnulívsráðið sigur í tíðindaskrivi, at Klaksvík altíð hevur verið kent sum eitt virkið vinnuøki. Tað er primert innan fiskivinnuna, at býurin hevur ment seg seinastu mongu árini. Við fiskivinnuni hevur eitt stórt veitingarvirksemi eisini tikið seg upp. Hartil hava vit stórsta bryggjaríðið, góðar byggifyritøkur og annað slag av servicevinnu. Skal okkara búskaparliga styrki fasthaldast, krevst at vinnulívið hevur tær bestu rammurnar fyri vøkstri og forvinningi.

Til tess at kunna dríva eitt sunt og kappingarført vinnulív í Klaksvík hava vit tørv á eini positivari vinnumentan og eini góðari arbeiðsmegi í einum góðum arbeiðsumhvørvi. Eisini krevst ein nútímans infrabygnaður, og býurin má ikki minni vera dragandi við atliti til búseting, handil og mentan. Vitan og kapitalur spæla eisini ein sentralan leiklut saman við øðrum faktorum.

Vinnulívsráðið stuðlar vinnulívinum
Eingin dugir betri at greiða frá, hvat okkum tørvar á vinnuliga økinum enn vinnulívið sjálvt. Tí er tað eitt aðal endamál hjá Vinnulívsráðinum at tryggja, at vinnulívið verður hoyrt, tá ætlanir í Klaksvík verða lagdar. Vinnulívsráðið skal vera talirørið hjá vinnulívinum yvirfyri kommununi og landsmyndugleikunum.

Vinnulívið stuðla ráðinum
Skal arbeiði hjá Vinnulívsráðinum eydnast er tað neyðugt, at ráðið fær eitt sterkt mandat frá vinnulívinum, til tess at gerast ein sterk rødd.

Tí er tað neyðugt, at Vinnulívsráðið fær so nógvar limir sum møguligt, tí tað er nú einaferð soleiðis, at jú fleiri vit eru, jú sterkari er røddin.

Tí heitir Vinnulívsráðið á allar fyritøkur og vinnulívsfólk í Klaksvík um at tekna seg sum lim í ráðinum, so vit saman kunnu tryggja okkara framtíð (nærri kunning um hetta í næstum).

Hvat eiga vit at gera?
Alt tað, sum Vinnulívsráðið skal arbeiða við, skal hava tað til felags, at vit eru lokala áhugafelagið hjá vinnulívinum í Klaksvík.

Alla staðir, har tað hevur týdning, at vinnulívið verður hoyrt, skulu vit gera okkara ávirkan galdandi og stuðla góðum initiativum. Vinnulívsráðið skal eisini vera initiativtakandi.

Lobbyisma
Týdningarmesta uppgávan hjá Vinnulívsráðinum er at seta orð á áhugamálini og sjónarmiðini hjá vinnulívinum, og fáa hesi hoyrd í kommununi og hjá landsmyndugleikunum. Tí hevur tað týdning, at Vinnulívsráðið hevur góð viðurskifti við almennar myndugleikar til tess at kunna ávirka útviklingin í okkara øki.

Tað hevur týdning, at vit tryggja, at sjónarmiðini hjá vinnulívinum verða fylgd upp av ítøkiligum handlingum og initiativum í politisku skipanini.

Vit útnytta møguleikarnar
Ein týdningarmikil uppgáva er at skapa nýggjar møguleikar fyri okkara øki. Tað skulu vit gera við at hava eyguni eftir initiativum, sum koma frá landsmyndugleikunum og (kanska) frá ES eisini. Eisini kann tað loysa seg at hava eyguni eftir møguleikum í Norðurlendska samstarvinum, har vit í Føroyum hava eitt nú NORA.

Tað er neyðugt, at vit fáa fulla úrtøku burturúr teimum møguleikunum sum vísa seg – tí kenna vit ikki vitjunnatíðina, so strúka onnur við fyrimununum.

Byggja brýr
Vit skulu ikki einans arbeiða við at gagnnýta verandi karmar. Vit skulu í samstarvi við kommunu, skúlar, stovnar og grunnar skapa verkætlanir og initiativir, sum eru til gagns fyri vinnulívið.

Sum umboð fyri lokala vinnulívið sær Vinnulívsráðið sum sína fremstu uppgávur at ávirka polittikarar til at taka avgerðir til gagns fyri vinnulívð. Hartil arbeiða vit við initiativum, sum eru við til at tryggja framhaldandi vøkstur í okkara øki.