Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

AB aftur til Havnar við einum 0-7 tapi

Oliver Joensen

Tað var ikki nógv, sum AB kundi gera fyri at venda gongdini í øðrum hálvleiki. Sjálvt um KÍ skifti nógv út, so eydnaðist ikki AB at skora.

Sum sagt, so var klassamunur á liðunum ídag og KÍ kvinnurnar sendu AB kvinnurnar aftur til Havnar við einum stórtapi, 0-7.
Malena Josephsen skjeyt 4 mál, Vivian Bjartalíð 1, Poula Mikkelsen 1 (Brotsspark) og Olga Kristina 1.