Tað stendur beinleiðis í uppskotinum frá Edmundi Joensen, at tað er løgtingsformaðurin, sum leggur lógaruppskotið fyri tingið.
Løgtingsskrivstovan hevur gjørt tekniska arbeiði fyri løgtingsformannin – hóast hann sambært stýrisskipanini ongar heimildir hevur at leggja uppskot fyri tingið!
Lógaruppskotið byrjar soleiðis:
Ár 2007, 16. august, legði Edmund Joensen, løgtingsformaður, vegna seg sjálvan fram soljóðandi Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting…………..
– Tað vil við øðrum orðum siga at tað er løgtingsformaðurin sjálvur sum leggur uppskotið fram.
Stýrisskipannarlógin sigur annars greitt at løgtingsformaðurin – eins og vanligi veljarin – ongar heimildir hevur til at leggja uppskot fyri tingið.




