Í seinna dystinum í Montenegro, vann Stjørnan 28-23. Men taptu fyrra dystin 20-26, so tær vóru bert eitt mál frá at koma víðari.
Sigast má, at tað hevur gingið sera væl hjá Stjørnuni í Europa cup. Tá tær fóru higani, vitstu tær lítið og onki um mótstøðuliðið, so fyrri dysturin bleiv brúktur til at finna útav styrki og veikleikum hjá mótstøðuliðnum, og síðani kundi taktikkur leggjast til dystin ídag.
Og tað eydnaðist, Stjørnan streyk avstað við sigrinum. Tað er kanska gott tað sama, at Stjørnan ikki kom víðari, tí tað kostar nógvan pening og einki fæst frá UEFA ella frá Hondbóltssambandinum.




