Løgmaður hevur fingið semju um at uppskotið “Føroyar sum eitt valdømi” verður útsett til næstu tingsetu
Tíðindaskriv frá Løgmanni:
Uppskotið um at skipa Føroyar sum eitt valdømi
Vit ásanna, at tvinnir eru kostirnir. Annar er, at eitt broytingaruppskot, um at lógin fyrst fær gildi eftir komandi løgtingsval, verður samtykt. Hin møguleikin er at ásanna, at trupult verður at avgreiða mongu málini, ið vit hava sett okkum. Avleiðingin kann tá verða val í ótíð.
Løgmaður og floksformenninir Kaj Leo Johannesen, Jørgen Niclasen og Kristian Magnussen hava aftur í dag tosað saman um støðuna í sambandi við uppskotið um at skipa Føroyar sum eitt valdømi.
Vit eru samdir um at virka fyri, at broytingaruppskotið verður samtykt, og vit hava greiða ábendingar um, at so verður.
Jóannes Eidesgaard
løgmaður




