Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umstøðurnar hjá teimum sum lesa

John William Joensen

fyrispurningur frá Kára P. Højgaard.

1. Fer landstýrismaðurin at taka nøkur ítøkilig stig fyri at bøta um núverandi støðuna og tryggja føroyskum lesandi, ið velja at koma heim at taka part av útbúgving síni í Føroyum, at hesi fáa tær somu sømdir, ið eru galdandi fyri onnur lesandi herheima ?

Viðmerkingar
Føroyski arbeiðsmarknaðurin manglar í dag dugnaliga og væl útbúna arbeiðsmegi, eins væl og unga og fúsa arbeiðsmegi í tænastuvinnuni. Fáa vit fleiri lesandi heim – kanska longu í lestrartíðini – styrkir hetta føroyska búskapin og føroyska mentan tvífalt. Harumframt er møguleikin størri fyri, at tey lesandi velja sær eitt framtíðar starv í Føroyum, um tey hava virkað í landinum og kenna arbeiðsumstøðurnar og arbeiðsgevararnir kenna umsøkjararnar.

Í dag er tó alt ov trupult og dýrt hjá lesandi at koma heim í praktik, taka próvtøkur, ella lata inn uppgávur í Føroyum, fáa vegleiðing í at skriva serritgerð um føroysk evni, og á annan hátt taka part av útbúgvingini í Føroyum.

(Konkret dømi: Lesandi kemur heim í starvsvenjing. Umframt íbúðina í útlandinum, skal nú innlendis ferðing í Føroyum gjaldast, og tað røkkur ein SU illa nokk til. Føroysk lesandi í útlondum hava ikki rætt til nakran sum helst ferðastuðul til innlendis ferðing. Her verður hugsa um “elektroniska busskortið”, avsláttur á busskortum og “koyripening”.

Ein broyting kundi verið, at “elektroniska busskortið” eisini fevndi um lesandi, ið taka part av útbúgvingini í Føroyum – eitt nú serritgerðir, starvsvenjingaruppihald o.a. )