Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óheppin miðlamiðsavnan

John William Joensen

Er tað rætt at føroysku fjølmiðlarnir verða savnaðir á fáum hondum og á einum og sama staði í landinum, spyr blaðstjórin á Norðlýsinum

LEIÐARIN: NORÐLÝSIÐ

Seinastu árini er farin fram ein miðsavnan av fjølmiðlum í høvuðsstaðnum. 

Flestu teirra eru gamlir í garði og vóru frá uppruna sínum knýttir at ávísum politiskum flokkum. Samstundis royna miðlarnir at styrkja seg við heimasíðum, kjaki og útvarpssendingum, í næstum eisini við sjónvarpssendingum. Sostatt er talan um veruligar mediafyritøkur, ið kunnu samanberast við almenna Kringvarpið.

At styrkja miðlafyritøkuna er, sæð úr einum handilsligum sjónarhorni, bæði gott og ofta neyðugt fyri kappingarevnini. Kappingin er hørð, ikki minst fyri at vinna lýsingarinntøkur. Hetta er ikki eindømi fyri Føroyar, tí tað sama hendir í londunum rundan um okkum, men miðsavnanin í høvuðsstaðin man vera eindømi. Tíðindasendingar og upplýsandi sendingar eins og sendingar við undirvísingar- og undirhaldsligum innihaldi til borgaran kunnu hava sítt virði eins og mangt annað, ið borðreiðast kann við. Men vandi er í hvørjari vælferð, og havandi í huga alt tað lættisoppakenda, ið frammanundan floymir inn yvir okkum, og sum mediufyritøkur um allan heim kunnu útvega sær fyri lítið og lætt til ífyllissendingar, kann gongdin gerast eitt sindur ivasom.

Ditta vit okkum at nevna tann nærliggjandi møguleikan, at lættari verður at ávirka samfelagsgongdina, kanska við fiksari politiskari indoktrinering og propaganda, so má hetta sjálvandi metast sum ein sera óheppin gongd, serliga tá havt verður í huga dagsaktuella kjakið um vinnuliga, fíggjarliga, mentanarliga, sosiala og fólkaræðisliga ójavnan millum økini í landinum. Hetta eru sera kraftmiklir og effektivir miðlar, vit hava við at gera, og ávirkanin á veljaran kann vera stór, sum allar royndir aðrastaðni hava prógvað. Her er ikki neyðugt við nýggjari gransking.

Vit skulu ikki nógv ár aftur í tíðina, fyri at finna eitt javnari býti av fjølmiðlum. Tá vóru tíðindabløð givin út bæði í Suðuroynni, Norðoyggjum og í Eysturoynni, fyriuttan í Havn. Sum kunnugt eru bert Norðoyggjar við í dag uttanfyri miðstaðarøkið. Hetta kann tí sum frálíðir fara at verða ein vansi fyri útjaðaraøkini í landinum, sum longu á flestu økjum eru í væl veikari støðu enn miðstaðarøki. At miðlafyritøkur í Havn, eins og politikarar í miðstaðarøkinum, siga seg hava markleysa umsorgan fyri útjaðaraøkjunum, ljóðar væl, men er bara ikki heilt sannførandi.

Rás 2 var til sølu herfyri og kappingin um at keypa fyritøkuna var hørð, men stóð millum tvær tær størstu blaðfyritøkurnar í landinum, Dimmu og Sosialin, báðar heimahoyrandi í høvuðstaðnum. Fjølmiðlar eiga at vera objektivir og leysir av politiska valdinum. Hetta siga flestu miðlar seg vera í dag, og hesum vilja vit øll helst trúgva. Men, at hetta bert er ein lutvísur sannleiki, er tað ikki so lítið, sum tíðir uppá.

Tað hevur onkuntíð verið í uppskoti at býta alment lurtara-og hyggjaragjald javnari út á landsins miðlar. Við teirri ovurstóru vælvild móti útjaðaraøkjunum, sum allir politikarar, ikki minst teir í miðstaðarøkinum, nú siga seg hava, er kanska rætta løtan komin, at útjaðaraøkini seta fram ynski um at fáa størri javnvág í miðlaframleiðslu millum øll øki í landinum. 

Eitt nú kundu viðbreknu útjaðaraøkini í felag farið undir eina loftmiðlarás, sum tryggjaði, at økini koma til orðanna og fáa gjørt vart við seg á ymiskum økjum, eisini tí politiska, har positivur kritikkur er fyri neyðini. Hetta hevði uttan iva styrkt fólkaræðisligu rættindini og skunda undir neyðugu kappingarevnini millum tey ætlaðu kraftsentrini í ymsu økjunum í framtíðini. Hetta hevði uttan iva gagnað heildini, og heiðurligt hevði tað verið, um landspolitikarar tóku seg saman at stuðla eini menningarroynd av slíkum slag, sum eitt átak móti óhepnu gongdini, og harvið sýna í verki góða viljan. 

At kappast á jøvnum føti er ein fyritreyt fyri møguligari menning í øllum valdømum landsins.