Sunnudagin 9.9 kl. 15.00 verður stór blásarakonsert í Íttróttarhøllini á Eiði í samband við eitt harmoniorkestursamanspæl hjá musikkskúlanum.
Norðljómur, Musikkskúlin í Eiðis og Sunda kommunum, verður 20 ár í 2008, og í tí sambandi verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í hesum skúlaári, m.a. er ætlanin at framføra eitt nýskrivað verk á flaggdegnum.
Norðljómur hevur nógvar ungar, dugnaligar leikarar, sum bjóða seg fram at spæla, um so er, at boð er eftir teimum, t.d. spældu nakrar floytur til framsýningina hjá Fornminnafelagnum á Eiði seinasta vikuskifti. Næmingaorkestrið, sum er eitt harmoniorkestur, hevur spælarar úr allari oynni. Í Norðljómi eru eisini góðir guitar og klaverspælarar, og nakrir næmingar hava tikið seg saman í bólkin Oyrarvox, sum hevur spælt til ymisk høvi.
Á hesari konsertini verða tað trý harmoniorkestur fyri byrjarar, miðal og framkomin. Í samband við teirra spæl verður ein sangari, sum nevnist Katrina Petersen. Hon fer at syngja við teimum nøkur svingløg, sum hon hevur serligt hegni til. Tey, sum hava hoyrt hana syngja, siga, at hon kann vekja órørdar kenslur, soleiðis at fólk verða í serstakliga góðum lag av hennara sangi.
Tiltøk av tílíkum slag eru væl vitjað og ódýr, ein fín konsert fyri einans 50,00 kr.
Ein annar møguleiki er eisini at fara eina lítla útferð henda dagin, t.d. eta á Hotel Eiði áðrenn ella aftaná. Hotellið hevur eina serliga tónleikamatarskrá henda dag. So vælkomin til Eiðis sunndagin.
Norðljómur




