Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

14. SEPTEMBER Í VESTMANNA

John William Joensen

Norðstreymoyar- og Eysturoyar Tjóðveldisfelag

Tjóðveldisfeløgini báðu megin Sundalagið fóru í fjør undir at samstarva um haldið fyri degnum, táið føroyingar valdu at skipa Føroyar sum ein sjálvstøðugan stat. Fólkaatkvøðan varð hildin 14. September 1946.

Seinasta ár varð sekstiára dagurin hildin í EB-húsinum á Eiði í fullsettum hølum har m.a. sambandstingmaðurin í Eysturoy, løgtingsformaðurin, var gestarøðari við øvuta sjónarmiðnum, og í ár verður haldið í Fjørukrónni í Vestmanna og byrjað verður kl. 19.30.

Skráin fríggjakvøldið er fjølbroytt.

Upplestur av yrkingum, felagssangur, fólkasangur, røður, nýggja vangamyndin hjá tjóðveldinum og kjak verður á skránni.

Heiði Petersen fer at leggja fram nýggju vangamyndina hjá Tjóðveldinum, Bergtóra Høgnadóttir Joensen og Tórbjørn Jacobsen fara at røða um politisku framtíðina, á grundvøllinum sum føroyingar valdu at vera skipaðir undir fyri 61 árum síðani. Gøtumaðurin í Sandavági, Petur Pálsson, fer at lesa yrkingar upp, sum hann sjálvur hevur yrkt, og møguliga tekur fyrrverandi Prix Føroyar vinnarin úr Clickhaze í okkurt lag á guitarinum. Reimund Nielsen skipar fyri felagssanginum og Jonhard Mikkelsen verður fundarstjóri.

Øvuta sjónarmiðið fer sambandstingmaðurin í Norðstreymoy, Olav Enomoto, at leggja fram á hesum sinni. Hann er kendur fyri sínar eyðsýndu hugsanir og plagar ikki at vera ræddur fyri at lansera skeivar vinklar og at tala Roma beint ímóti. Hansara ískoyti fríggjakvøldið verður neyvan nakað undantak í so máta.

Fundurin er treytaleyst almennur og ongin politisk gátt forðar luttakarunum í at taka orðið, og flyta fram síni sjónarmið táið kjakað verður.

Jónsvein Bjartason 
Niklái Petersen
Eysturoyar Tjóðveldisfelag 
Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag

Harleywoodpaint