Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útbygging, populisma og valdømi

John William Joensen

So tók Útvarpið samanum í málinum um Føroyar sum eitt valdømi. Ikki slepst uttanum, at tú sum lurtari satst við kensluni av, at okkara public service stovnur nú gjørdi eina seinastu roynd at ávirka málið “positivan” veg, tað vil í hesum høpi siga, royndi at fáa fólk at taka undir við uppskotinum hjá løgtingsformanninum.

Ikki sørt, at ein undraðist, tá løgtingsformaðurin og næstu hjálparmenn hansara greiddu frá, at hann í grundini bert hevði átikið sær hesa týðandi uppgávuna eftir áheitan frá øllum Tinginum. Ongin ivi var um, at ein munandi meiriluti var fyri uppskotinum bæði millum føroyska fólkið og tingfólk, og so allar royndirnar, sum vóru gjørdar fyrr og – tíverri miseydnaðar, tí flokkarnir høvdu tann trupulleika, at málið ikki kundi viðtakast sum vanligt tingmál. Nærmast ein offurgáva til Føroya fólk.

Onki grett um, at formansskapurin als ikki hevði atkvøtt um málið, og at formaðurin sostatt ikki hevði annað enn ivasaman meiriluta aftan fyri seg, tá hann boðaði frá, at nú kundi hann gera tað, tí formansatkvøðan var avgerandi, tá tað stóð á jøvnum. Ella um, at løgtingsformaðurin onga heimild hevur at leggja mál á tingborð uttan í serligum føri. Ella at hann í hesum føri bert var at rokna sum vanligt tingfólk, og at hann sostatt órættvíst hevði latið sekreteriatið lagt sær uppskotið til rættis og gjørt tað borðbært, fyri sjálvur at sleppa lættari.

Tó komu ávís áhugaverd ting undan kavi í sendingini. Eitt nú at løgtingsformaðurin hevði avtalað við landsstýrismannin í innlendis- og lógarmálum “ hvat hann skuldi gera, og hvat eg skuldi gera”, sum formaðurin málbar seg. Hetta er sera áhugavert, ikki minst tá hugsað verður um leiklutin hjá formanninum í Fólkaflokkinum- bæði undanfarna og núverandi.

Somuleiðis var áhugavert, hvat tingfólk meintu um “neyðsemjuuppskotið” hjá løgmanni og ikki minst, hvat andstøðan helt um leiklutin hjá løgmanni, sum longu á Ólavsøku boðaði frá, at hann tók undir við løgtingsformanninum, og sostatt kom heimaftur av Álandi til eina stjórnarkreppu. Metingin hjá andstøðupolitikaranum um at løgmaður bert var hálvhjartaður fyri sínum egna broytingaruppskoti, tí hann í veruleikanum vónar, at uppskotið hjá formanninum verður viðtikið, er skiljandi og trúligt hjá vanliga fólkinum. Hóttanin um at útskriva val í ótíð, um broytingaruppskotið ikki vinnur frama, kann sostatt væl vera enn eitt brot úr glantrileikinum.

Men pessimisman viðvíkjandi framtíðini hjá public service hugtakinum og – skylduni, kann kortini bert økjast av slíkari sending, sum sjálvandi skal síggjast í ljósinum frá dagsins politiska veruleika.
Livilíkindini hjá Monopolstovnurin eru treytað av vælvild frá tí til eina og hvørja tíð sitandi tingmeiralutanum. Við slíkum treytum trívist populisman vanliga væl.

Populisman millum ávísar politikarar er nú so umfatandi, at spurningurin um neyðuga útbygging av landinum verður settur upp ímóti tørvinum á luksusútbyggingum í høvuðsstaðnum, har atkvøðu stimin er mestur. Skulu vit nýta pening til samanbinding av landinum ella til Stóru tjørn, granskingarpark, handilsskúla og tekniskan skúla og lærdan háskúla og universitetsbókasavn o.s.frv. í Havn ? – hvat gevur flestar atkvøður ?

Verður nýval útskrivað, er sannlíkt, at løgmaður er noyddur til tess orsakað av populistisku sannføringini hjá ávísum politikarum heldur enn av spurninginum um valdømi. Sama populisma, sum forðar fyri at eitt skilagott arbeiði kann gerast við at avgreiða landsins komandi fíggjarlóg.

Men málið um eitt valdømi er nú í Rættarnevndini, og tað er ein stór ábyrgd, ið liggur á herðunum á nevndarlimunum. Vit kenna støðuna hjá formanninum, og tað er at fegnast um, at hann hevur valt at fara nágreiniliga til verka við at lata kendastu serfrøðingarnar, vit eiga á økinum, tala. Vónandi nýtir hann kravdu tíðina og letur seg ikki taka av fótum, um Kringvarpið roynir at órógva og skunda undir. Tí hetta er eitt álvarsmál fyri alt landið.

Harleywoodpaint