Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vísumenn í Fortuna Leygarkvøldið

(Hannefía Joensen)

Bólkurin Vísumenn verður næstur í røðini av live-tónleiki á Fortuna, sum í seinastini hevur verði karmur um nøkur sera væleydnaði kvøld við góðum og hugnaligum tónleikið.

Vísutónleikur, og skemtiligir tættir sleppa eisini upp í part á Fortuna, tí Vísumenn, sum er ein sera lokalir fólkatónleikarabólkur úr Klaksvík fara leygarkvøldið at arga og skemta.
Hans Hjalti Skaale, einaferð útnevndur sum næststuttligasti maður í Føroyum, er oddamaður í bólkinum, hann hevur ígjøgnum nógv ár sungið tættir, sum hann hevur skrivað saman við viðoyinginum Andriasi Justesen.
Seinastu tíðina hevur Hans Hjalti fingið góða tónleikaliga hjálp frá teimum royndum monnum, og saman kalla teir seg Vísumenn.
Tónleikararnir, sum syngja og spæla saman vð Hans Hjalta, eru Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe, sum báðir eisini spæla við m.a. rockbólkinum Hjarnum.

Leygarkvøldið kunnu vit vænta at hoyra tættir og vísur sum viðgerða mong ymisk lívsins viðurskiftið, og sum oftast verður skemt brúkt til at siga nakrar sanleikar. Eisini verða løg hjá m.a. Bob Dylan, Leonard Cohen og Bruce Sprigsteen umframt Skotskur og Írskur fólkatónleikur at hoyra. Sum nakað serligt fara Eyðun Nolsøe og Karl Martin Samuelsen eisini at framføra nøkur Eagles løg hetta kvøldið.