Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin sunnudagin: KÍ-GÍ: Eyðun væntar javnan dyst

Norðlýsið ÍTROTTUR

– Vit hava spælt nakrar tættar og góðar dystir ímóti GÍ í ár, og eg rokni eisini við ein tøttum dysti sunnudagin. Okkara heilt greiða mál er tó at vinna dystin, sigur Eyðun Klakstein.

Sunnudagin tekur KÍ ímóti GÍ við Djúpumýru, og heimaliðið verður ikki fullmannað.

Símun Joensen hevur leikbann eftir útvísingina ímóti AB á Argjum, og Jan Andreasen er ivasamur vegna ein lúskuskaða, so tað kann væl verða, at KÍ eisini má verða sín verjuskipara fyriuttan.

Hinvegin er Denni Conteh umsíðir klárur aftur eftir drúgva fráveru vegna ein skaða í fótliðnum. Hann hevur ikki verið við liðnum í fleiri umfør vegna hendan skaðan.

Kaj Ennigarð verður við aftur sunnudagin eftir fráveru vegna leikbann.

Eyðun Klakstein dylur ikki fyri, at hann heldur, at dysturin á Argjum var eitt vónbrot.

– Serliga seinni hálvleikur var vánaligur fyri okkara viðkomandi, og tí taptu vit dystin. Nú skulu spælararnir vísa, at teir kunnu fóta sær eitt eitt slíkt tap.

– Vit hava spælt nakrar tættar og góðar dystir ímóti GÍ í ár, og eg rokni eisini við ein tøttum dysti sunnudagin.

– Okkara heilt greiða mál er tó at vinna dystin, sigur Eyðun Klakstein, KÍ-venjari.