Heystið er komið, og virksemið hjá Sunda bókasavni byrjar aftur.
Aftur í ár er tað ein fjølbroytt skrá, og har er eitt sindur av hvørjum.
Sunda bókasavn hevur nú í nógvar vetrar gjørt sítt ítasta fyri at hava tiltøk. Tað hevur ment bókasavnið nógv og eisini samlað fólk til nógv ymiskt.
Tað at tiltøk eru javnan á bókasavninum, hevur eisini fingið fólk at varnast, at bókasavnið er eitt livandi stað og ikki bert eitt rúm við nøkrum hyllum við bókum.
Meira lív er komið í bøkurnar.
Tað fyrsta, sum er á skránni, er “Heystið í urtagarðinum”. Tað er Michael Jacobæus, sum kemur at greiða frá um, hvussu leykinir skulu setast í jørðina, og hvussu vit skulu bera okkum at, tá ið vit klippa trø og runnar í urtagarðinum. Hetta er hósdagin 27. september kl. 19.00.
Sunda bókasavn heldur til í Norðskála-Oyrar skúla á Oyrarbakka og er samstundis námsfrøðiligi tænastudepil skúlans. Bókasavnið er opið fyri almenninginum mikudag kl. 14 – 16 og 19 – 20. Seinnapartin er tað serliga barnagarðurin, ið brúkar bókasavnið, og smábarnafamiljurnar eru raskar at vitja bókasavnið um kvøldarnar.
Skráin fyri veturin sær soleiðis út:
27. september, kl. 19.00
Heystið í urtagarðinum
Nú tíðin er komin at gera urtagarðin kláran til veturin og næsta vár, kemur Michael Jacobæus, lendisarkitektur hjá Tórshavnar kommunu, at greiða frá, hvussu vit m.a. skulu seta leykir niður, og hvussu klippast skal í urtagarðinum.
24. oktober, kl. 19.00
Gamlar myndir
Nógvar gamlar myndir eru á bókasavninum. Mikukvøldið 24. oktober eru fólk væl komin á bókasavnið at hjálpa til at seta nøvn á myndirnar.
31. oktober, kl. 19.00
Haran í Føroyum
Dorete Bloch, leiðari á Náttúrugripasavninum, greiðir frá um haruna í Føroyum.
14. november, kl. 19.00
Skýmingarløta: Kvinnan í Norðurlondum
Eyð Matras, sjónleikari, lesur úr bókini Kristin Lavransdóttir eftir Sigrid Undset. Anna V. Ellingsgaard, cand. mag. og journalistur, hugleiðir um kvinnur í skaldskapinum.
Vígdis Fjallstein syngur.
16. januar, kl. 19.00
Lat meg goyma teg
Kendi sangskrivarin og tónleikarin Martin Joensen kemur at syngja nakrar av sínum væl dámdu sangum og hugleiðir um teir.
13. februar, kl. 19.00
Bíbliusøgur
At siga søgur úr Bíbliuni hevur altíð verið gjørt. Knud Jacobsen, lækni á Eiði, hevur tikið henda táttin upp og fortelur við egnum orðum søguna hjá evangeliunum um Jesus. Á henda hátt sigur hann eisini okkum, hvat hann heldur hevur serligan týdning í lívinum.
8.apríl, kl 19.00
At seta sær mál og at røkka teimum
Sølvi Reinert Hansen, ítróttarráðgevi, kemur at halda fyrlestur við heitinum " At seta sær mál og at røkka teimum".
14 mai, kl. 19.00
Vártiltak – nærri lýst seinni




