sigur løgtingsformaðurin sum ætlar at geva rættarnevndini tað tíð sum hon hevur brúk fyri at viðgera uppskotið um broytingar í vallógini
Edmund Joensen hevur verið rættiliga í brennideplinum síðan hann legði uppskot fyri tingið um at avtaka valdømini, men sum tann garvaði politikkarin hevur hann hildi fast um uppskotið – sum tingið um stutta tíð skal taka støðu til.
– Eg trúgvið at tíðin er farin frá fleiri valdømum. Vit eru farin frá at vera eitt isolera oyggjasamfelag til at vera eitt samanbundið oyggjasamfelag.
– Vit eiga tí at taka stórdrifts-fyrimunirnar til okkum nú Føroyar eru um at gerast ein eind og hetta eiga vit eisini í løgtinginum.
– Tað sum eisini hevur stóran týdning er, at bítið millum flokkarnar gerst meira rættvíst enn tað er í dag.
Fleiri kvinnur á ting
– Tað er ein sannroynd at hevur tú størri valdømir so er tað lættari hjá kvinnum at blíva valdar.
– Hetta síggja vit í londunum kring okkum og tað at valdømini í Føroyum eru so smá ger tað sera trupult hjá kvinnum at blíva valdar. Ofta samanbera vit okkum við Grønland og har er gongdin púra greið síðan landið bleiv gjørt til eitt valdømi. Nógv fleiri kvinnur eru síðani valdar í Grønlendska landstingið.
Hví broyta vallógina beint undan einum løgtingsvalið
– Eg má siga sum er, at hetta er ein sera góð tíð at broyta vallógina. Tað er ein meiriluti á tingið fyri at broyta vallógina og time-ingin kemur at órógva tingarbeiði í minst møguligan mun.
– Tey sum eru ímóti uppskotinum fara altíð at siga at tíðspunkti er skeivt, men hetta málið er ikki nýtt – ta eru seinastu 20 árini fleiri royndir gjørdar at broyta vallógina og nú er tíðin búgvin til at hetta verður gjøgnumført.
Fólk fara at atkvøða ørðvísi
Verða Føroyar eitt valdømi so fara fólk at atkvøða ørvísi og í tí liggja baði fyrimunir og vansar heldur Løgtingsformaðurin.
– Í dag kunnu einstaklingar stilla upp í hvørjum valdømi sær – men við Føroyum sum eitt valdømi sleppa veljarar úr øllum landinum at velja viðkomandi. Tað vil siga at persónar sum í dag kundu hugsað sær at stilla upp uttanflokka fáa lættari við at koma inn á ting.
– – Eg trúgvi eisini at vit fara at síggja at topparnir í føroysku flokkunum fara at fáa sera nógvar atkvøður tí fólk sleppa jú at atkvøða fyri teimum persónunum í øllum landinum sum tey hava álit á.
– Men eg trýgvi eisini at tú framhaldandi fart eina effekt av at vera uppstillaður lokalt. Í dag síggja vit at formannseffektin dregur fleiri tinglimir inn.
– Tað eru í dag tinglimir sum hava færri enn 200 atkvøður og tað fara vit sjálvandi eisini at síggja við nýggju skipanini
Kommunurnar saman í størri eindir
Løgtingsformaðurin heldur ikki at tað verður gjørligt at gjøgnumføra ein kommureform fyrr enn Føroyar verða eitt valdømi.
– Tá vit eru eitt valdømi sleppur tingið at viðgera yvirornaði mál og tað verður sera nærliggjandi at fyrsta málið verður at gera størri kommunalar eindir.
– Við at gera stórar kommunalar eindir kanska eini fimm til sjey kommunur verður møguligt hjá tinginum at leggja ábyrgdarøki út til stóru kommunurnar at umsita. Tær eindirnar sum eru í dag eru alt ov smáar til at tær kunnu yvirtaka økir frá landinum.
– Tíðin er stuttsagt farin frá at vit hava fleiri valdømir og tí er umráðandi at vit fáa eina nýggja skipan landinum at frama.
Rættarnevndin sleppur at arbeiða
Løgtingsformaðurin sigur at hevur rættarnevndin brúk fyri meira tíð at arbeiða í, so er tað eingin trupuleiki.
Um formaðurin í rættarnevndini, Marius Dam, fer at biðja um meira tíð at arbeiða við uppskotinum so fari eg sjálvandi ikki at forða fyri tí, um orðsøkirnar eru sakligar.
Løgtingsformaðurin sigur at enda at hann hevur boða Sambandsflokkinum frá, at hann er fúsur at stillað upp til komandi løgtingsval um flokkurin ynskir tað.




