Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John: Stoypið Anfinn í bronzu !

John William Joensen

Orðalagið er farið at herðast millum samgongumenn, skrivar Tórbjørn á heimasíðuni hjá Tjodveldinum

Ikki tí at teir eru ósamdir um nakran politikk, hann finst jú ikki, heldur man tað vera valfepur, sum er orsøkin til ambitiøsu herðindini, ið eru farin at ríða monnum. Tað kann nú vera metaltroyttheit, tó ósannlíkt í einum regime, sum stendur omaná 21 flættaðum beinagrindum, hvørs konsistensur ikki er frægari enn donsk mdesitarapylsa. Tó skelkaði tað mangan tingmannin, og ivaleyst mong av teimum sum lurta og hyggja í tingavarpið, táið Jokarin hjá Javnaðarflokkinum, undir viðgerðini av Kyoto málinum, langaði út eftir Kalsbergi við hesum sjaldsomu orðum:

John Johannessen: “Eg mæli til, at Anfinn verður stoyptur í bronzu, settur á Vaglið, sum størsti undanstøkkingur í Føroya søgu !”

Tórbjørn Jacobsen