Faroe Petroleum boðar frá, at boripallurin ENSCO 85 er byrjaður at bora Breagh brunnin, har Faroe Petroleum luttekur við 10%.
Nú verður Breagh ( úttalast breya) brunnurin boraður
Hetta er ein tíðandi avmarkingarbrunnur, og endamálið við boringini er at staðfesta um kolvetni finnst í rakstrarverdum nøgdum. Brunnurin verður boraður í eina kolvetniskeldu, sum varð funnin fyri nøkrum árum síðani, og sum liggur í sunnara parti av Norðsjónum.
Fyristøðufelag er Sterling Recources.
Úrslit frá boringini væntast seinast í oktober mánaða, og verður úrslitið nøktandi, er ætlanin at fara undir royndarframleiðslu beinanvegin.




