Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir gera klárt

Oliver Joensen

Orsakað av hørðum streymi hevur ikki verið nógvur útiróður seinastu dagarnar, men nú verður gjørt klárt aftur.

Hóast heystardagur er og fleiri útróðrarmenn eisini munnu hava áhuga í fjallgongu og seyði, so hevur ikki verið so lítið av útróðri seinastu vikurnar.
Størru bátarnir eru komnir upp í umleið 5000 pund, og tá prísurin er góður, so hevur úrtøkan verið hampulig.
Meginparturin av veiðuni er  hýsa.
Nú verður so aftur góður streymur og bátarnir við  Vágna gera  flestir klárt at  fara ímorgin týsdagin um viðrar.