Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pláss fyri flogvølli á 5 km í Svínoy

John William Joensen

So at siga einki er kannað um møguleikarnar á Svínoyggini tó hevur Norðlýsið fingið fatur á einum skjali sum umrøður møguleikarnar.

Tann besta loysnin er at leggja flogvøll tvørtur um Eiði og fram við sunnara víkararminum og út á Dragan.

Uppskot 1
Longdin á hesum Flogvøllinum kann verða 3,5 km í 30 metra hædd.
Hesin flogvøllurin vendur í ein landsynning og útnyrðing.
Her skal Dragaberg lækkast niður í 30 metra hædd.

Uppskot 2
Næsti møguleikin er at leggja hann á Fugloyarhálsi og har eru tveir møguleikar, sum báðir liggja í 140 metra hædd. Tann betri er fram við Keldufjalli og norður á Vatnsdal oamn móti Kallanesi. Longdin er um 2,5 km.

Uppskot 3
Seinasti møguleikin er fram við Eysturhøvda og tvørtur um Fugloyarháls.
Longdin er um 2 KM. Eystur eftir er fríur bani – men vestur eftir eru fjøl í vegin.

Í skjalinum stendur eisini at ein vøllur í Svínoy er eitt gott alternativ til Vága Floghavn tá veðurviðurskini ikki eru tey somu. 

Hann liggur eisini 50 km eystari enn vágarnar og tí verður flogtúrurin til keypmannahavnar styttur við fýra minuttum. 

Ein tunnil til svínoyar verður mettur at kosta einar 275 millónir krónur íroknað veg inn til Hvannasund.

Harleyfacadeacryl