Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BLOKKUR ÍMÓTI BLOKKI FYRI ELLA ÍMÓTI BLOKKI

John William Joensen

Løgmaður tjóvstartaði valstríðið í útvarpinum fyri kortum,

táið hann lanseraði ætlanina um, at sama fólkaflokssamgongan fór én bloc út til veljaran 19. januar, og óneyðug var fráboðanin, at hann skuldi halda fram sum oddviti samgongunar.

tórbjørn jacobsen

21 fólkafloksmenn organiseraðir í trimum ymiskum nýansubrotum, trimum sokallaðum politiskum flokkum, hava eftir øllum at døma svorið hvørjum øðrum trygdareið, um at fara sum ein maður, ein blokkur, út í stríðið við andstøðuna, serliga Tjóðveldi, einasta stóra andstøðuflokkin. 

Hetta kemur ikki óvart á nakran og einasta nýbrotið er, at Hin Føroyski Fólkaflokkurin – Radikalt Sjálvstýri, nú endaliga hevur siglað, at hann er boygnaður, konverteraður, og vorðin ein gemenur heimastýrisflokkur. Afturfyri hevur hann fingið totalt vald yvir donsku koloni´ini. Meginsemjan hjá hesum konglomeratinum er sjálvandi, at varðveita dønum valdið yvir oyggjunum. Besta amboðið til at framtíðartryggja hesa støðu, er jarnbrotið, sum danir tilvitað hava skeiklað føroyskan búskap við, ríkisveitingin. Tað ræður um hjá tríeinigheitini, at fáa føroyska fólkið dag eftir degi at kenna óttan fyri at rossahárið, sum Damoklessvørið hongur í, skal spreingjast, og at hetta fer at hava kollektiva svongd, ræðslu og armóð við sær.

Politikkurin í so máta hevur verið heilt greiður í hesum valskeiðnum, har borgarligi hjálandablokkurin tilvitað hevur undirminerað landsins inntøkur. Rúmkað útreiðslurnar trivaliga. Operatiónin hevur havt til endamáls at fáa landsins finansir at ríða um 0´ið, ríkisveitingin á góðar 600 milliónir krónur ítald. Hetta er taktiski leikurin, sum skal eitast at vera prógvið um, at ein sjálvberandi føroyskur búskapur ikki kann røkkast. Ein dosis á 2 milliónir krónur um dagin úr danska ríkiskassanum er neyðug, skal sjúklingurin á 62 stigum norður ikki krakelera, og einasta trygdin fyri at hendan sproytan altíð er við hondina, tøk, er at veljarin frameftir tryggjar nýggju heimastýrisstjórnini, borgarliga hjálandablokkinum, valdið í allar ævir, yvir hesum sindrinum av útdelegeraðum valdi úr Keypmannahavn.

Eftir øll eksperimentini í heimssøguni, við ymsum búskaparligum modellum, er tað eftirhondini accepterað, at frælsu marknaðarkreftirnar, skipaðar undir skilagóðum løgligum kørmum, er frægasti lunnadragarin í skapanini av virðum. Harvið snýr politikkurin í vælferðarsamfeløgunum seg í stórun um, hvussu strukturarnir verða snikkaðir til, fyri at fáa sum frægast burturúr, og hvussu umfordeilingin, býtið, av virðunum verður skipað í politisku skipanini. Skattapolitikkurin er harvið hin heilt avgerandi faktorurin. Tað er í hesum lendinum, at man skal leita eftir vinstra-høgra ásini, og nú hetta valskeiðið er komið í sína endafasu, kann bara verða staðfest, at tað ikki er rikin ein makan til so asosialur og ósolidariskur høgrapolitikkur í Føroyum í nýggjari tíð. Skroyvað er uppí rúgvurnar hjá teimum, sum eru frægari fyri, og veikari parturin av samfelagnum hevur verið við sviðið soð. Hesin fascistoidi skattapolitikkurin hevur samanlagt grivið jørðildið undan inntøkunum, ímeðan landsins finansir hava riðið á avgjøldum og meirvirðisgjøldum frá eini forbrúksveitslu par exxelence. Skattainntøkurnar eru bardar niður, ímeðan man javnvigandi hevur dúvað uppá ekspansiónina í útlánspolitikkinum hjá landsins fíggjarstovnum. Sum at míga í sokkarnar. Hvussu skal ein slíkur tilvildarligur búskaparpolitikkur rekast yvir tíð? Hvussu ætlar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at fíggja inntøkurnar, halda balansan, táið tað fer at fjara í konjukturinum aftur? Arvurin eftir hesa samgonguna er ein undirmineraður og skralltómur landskassi. Lá realiseraða virðið av privatiseraða Føroya Banka ikki í landskassanum, so var hann tómur longu í hesi løtu. Bara ágóðin av søluni og drenið á 600 milliónir krónur, er orsøkin til, at lógin verður hildin um kravda markið fyri gjaldføri. Borgarligi hjálandablokkurin, sum nú stjórnar samfelagnum fyri donsku áhugamálini, hevur megnað báðar strategiirnar, ið vórðu settar út í kortið í 2004. At forða menningini fram ímóti einum sjálvberandi búskapi og harvið fyribils kollrent tí dimensiónini av fullveldispolitikkinum og skattapolitiskt at skipa ein áður ósæddan sosialan ójavna millum landsins borgarar.

Samlað er úrslitið, at inntøkurnar á fíggjarlógini í dag eru 400 milliónir krónur lakari enn tær kundu verið, um hildið varð fast um skattapolitikkin, sum var, og sum als ongin massiv atsøkn var gjørd á í samfelagnum. Ella um onkur alternativur skattapolitikkur hevði verið hildin upp ímóti hesum tømingarpolitikki, t.d. ein breiðari álíkning, aðrastaðni í samfelagnum, enn á lønarinntøkunum, men tað er so eiðasørt. Hinvegin eru krøvini til fólksins kassa ikki minkaði, heldur ikki frá teimum sum standa fyri at reka sokallaða vælferðarsamfelagið í dag. Spennandi at vita hvussu leingi hendan dupulta dagsskráin vignast, at selja trivaliga vælferð og ein tóman landskassa samstundis, tað skula dyggir spunasmiðir til at selja eitt sovorið fuppnummar, íbygdan divergens – eitt contra ´dictio in ad´jecto. Hevði ein skilagóður politikkur verið rikin hesi seinastu 4 árini, so var búskapurin longu sjálvberandi og landsfinansirnar høvdu havt positiva javnvág við ongari ríkisveiting. Tað prógvar roknistykkið við tilvitað mistu skattainntøkunum saman við yvirskotinum, sum hóast alt er ein partur av uppskotinum, sum Laksáfoss hevur latið tinginum til viðgerðar.

Borgarligi hjálandablokkurin, við Jóannesi sum lívssørum stavnamanni og Breckmanni sum róðursmanni, politiskum arkitekti- og chefidelogi, syngur nú sín svanasong. Krígsdansurin úti undir Kongavarða, har fíggjarmálaráðharrin royndi at fáa hesar euforiseraðu menninar at skilja álvaran í hesum, at hava ábyrgdina av at reka eitt samfelag skynsamt, og at renslið í rúmd helst skal vera tað sama báðar vegir, yvir tíð, ígjøgnum hendan kontraventilin, sum fíggjarlógin og landskassin í roynd eru, var ikki til at steðga. Soleiðis er tað við forpoppaðum tíðarrákum. Javnaðar- og Fólkaflokkurin, hetta samankókið, sum onkur er farin at rópa fyri deyðspaktina, er farið at líkjast alt meira eini politiskari sekt, har tað hevur eydnast einum karismatiskum leiðara at indoktrinera alla samkomuna, at flyta hana yvir í eina trancu, har bara ein trúarjáttan ræður, at gera enda á landsins inntøkum. Í hesi prosessini skal stigin harafturat skeiklast, frá progressiviteti til proportionalitet. Deyðspaktin er trygdin hjá teimum frægari bemidlaðu. Hetta er durkdrivin høgrapolitikkur, sum ikki finst í okkara hemisferu, og at kalla bara er kendur, har hernaðarstýri hava sett hesa eyðkendu moneteru búskaparskipanina í verk, vápnini og kapitalurin ráða fyri borgum, og jørðildið undir eini facsistiskari stjórnarskipan er lagt. Demokratiið suspenderað.

Maðurin, ið frá fyrsta degi hevur sitið á fremsta bonki á politisku møtunum hjá andaliga oddvitanum Óla, Jóannes Eidesgaard, hartaði fyri kortum nýggja landsstýrismannin í fíggjarmálum, tí at hesin ikki vildi læra seg uppi at sita, ikki vildi læra seg góðan fólkafloksskikk. Fakliga kjølfestan hjá manninum bardist sjálvandi ímóti hesum óráðum, sum skilst hevur hann roynt at tosað politisku trúarvillingarnar til skil og semju, men har gjørdist onki. Hann stóð á eggini til endans, annaðhvørt at rýma frá gallskapinum, politiskt berúsaðu monnunum, ella at leggja navn til eina óbrúkiliga semju, sum alrahelst ikki skal brúkast til nakað sum helst allíkavæl, táið valið 19. januar komandi, fer at loysa úr stropa eina nýggja samgongu, sum neyðturviliga má til, fyri at taka ótøkið upp eftir skilaleysu niðurgangsmenninar í samkomuni hjá Breckmann.

Fyrrverandi franski forsætisráðharrin Lionel Jospin segði fyri kortum, at franskur politikkur alt meira var farin at líkjast einum Bermudatríkanti. Tey sum fluttu seg inn ímóti miðjuni høvdu lyndið til at hvørva. Sambandsflokkurin er hektaður av borgarliga hjálandablokkinum ytst til høgru. Hetta hendi táið Magni Laksáfoss smoygdi sær inn í krígsdansin, har menn við politiskari kenning dansaðu sum óðir, og trivaliga staðfesti, at teir trinu dansin spillnaknir. Hesir, sum hildu hetta vera nýggja skeinkaran, ið skuldi lata nýggjan og meira euforiserandi løg uppí aftur steypin, gjørdust óttafullur, og kastaðu seg yvir hendan obsternasiga jassin, ið bara hevði hug at kommenterað nýggju klæði keisarans. Harvið er Sambandsflokkurin nú hektaður av og ferðast har ið tað sambært Jospin kann vera vandamikið at vera. Nú løgmaður alment hevur lanserað samgonguna sum ein samanstoyptan blok, ið ætlar sær, ein fyri allar og allir fyri ein, øksl við øksl, út til veljarans dóm 19. januar, má flokkurin hjá fíggjarmálaráðharranum gera eitt eksistensielt val. At vera kitt í semjum, sum gera endað á rættvísa og sosialt rættvendandi vælferðarsamfelagnum fyri øll, má vera herskin kostur, hjá fólki, sum hóast alt eru samfelagsliga rætt hugsandi. Seinasta greinin hjá Kalsø man vera tað mest symptomatiska í so máta higartil.

Hinumegin miðjuna stendur hin blokkurin, ið við Tjóðveldinum á odda, hevur roynt at manað menn til fornuft hesi fýra árini. Blokkurin, sum er hitt skínandi klára alternativið til mest ekstrema monopolistiska og nepotistiska høgrapolitikkin í Føroyum í nýggjari tíð. Vit ætla at liberalisera samfelagið í allar mátar. Vinnulívið skal liberaliserast við at loysa stirvnu strukturarnar í fiskivinnuni, at fáa vanligar marknaðarkreftir at stjórna henni samstundis sum ræði yvir tilfeinginum verður tryggjað eigaranum, Føroya fólki. Vit ætla at fáa skil á búskaparpolitikkinum aftur, sum greitt miðar eftir einum sjálvberandi búskapi í komandi valskeiði, dubbast skal í mentanarpolitikkinum, pensiónsreformur skal skipast, altjóða universitet skal fáast í lag, heilsuverkið bøtast o.s.fr. Og fyrst og fremst er aðalmálið, at føroyski nationalstaturin verður skipaður í komandi valskeiði. Amboðið til menning og javnbjóðis leiklut í alheimsgerðini. Sambandsflokkurin stendur nú við valinum, annaðhvørt at vera kaprað finna í høgravenda deroutepolitikkinum hjá krígsdansarunum í Javnaði og Fólkaflokki, ella at taka samstarv upp við hin blokkin, fyrst og fremst okkum í Tjóðveldinum, sum miða eftir at skipa og røkja eitt sjálvstøðugt vælferðarsamfelag eftir norðurlendskum sosialdemokratiskum modelli.

Ímeðan dansurin gongur, og menn bróta interiørið til pinnabrennið á grúgvuna, fyri at halda varmanum í finaluumfarinum og ímeðan Hans Pauli Strøm komandi fjerðingsárið fer at senda litfagrar ballónir út í atmosferuna, har tær spreingjast í stumpar og stykkir, – hava tit stundir at umráða tykkum og gerða neyðuga valið.