Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dreymur ella veruleiki?: Fær KÍ eina størri homecoming í ’08?

John William Joensen

Talið av fyrrverandi KÍ-spælarum í øðrum fótbóltsfeløgum er sum kunnugt lutfalsliga stórt, men í ár hevur verið tutlað í krókunum meir enn bara eitt sindur um, at fleiri av hesum ætla sær heimaftur til barndómsfelagið at vinna tí heiður og æru í 2008….

Hjalgrím Elttør, Rógvi Jacobsen, Niclas Niclasen, Jákup Mikkelsen, Jósup Henriksen, Rúni Elttør, Arnold Joensen, Tórður Lervig, Jan Joensen, Allan Joensen, Atli Danielsen, Allan Mørkøre ….. 

Hvat hava hesir til felags? Jú, teir eru allir klaksvíkingar og fyrrverandi KÍ-leikarar, sum í dag spæla við øðrum fótbóltsfeløgum her heima, og ein er uttanlands. 

Umframt hesar eru aðrir menn, sum eru venjarar ella hjálparvenjarar hjá liðum, sum eru í fremstu ella næst fremstu røð. 

Her kunnu nevnast eitt nú: Kurt Mørkøre, Dánjal Jákup Joensen, Olgar Danielsen, Alexander Djordjevic, Jón Simonsen, Finn Johannesen, Bill Mc Leod Jacobsen, Jan Joensen og helst onkrir afturat, sum vit hava gloymt her.

KÍ ætlanir um at styrkja hópin
Havandi hesar umstøður í huga, er tað ikki so løgið, at tað frá tíð til aðra verður tosað millum hesar leikarar og venjarar um at "koma heimaftur" til barndómsfelagið, ið sjálvandi til eina og hvørja tíð man eiga eitt stórt pláss í hjørtunum hjá hesum fótbóltsmonnum. 

Hesir tankar hava í seinastuni eisini verið at hoyra millum menn við ávirkan, at tað hevði nú verið at skipa fyri eini størri "homecoming" 

Tað skilst á brøgdum, at KÍ ikki bara ætlar at lata tað regna og kava í vetur fyri síðan til várs at lata tilvildina ráða, um fleiri ella færri leikarar verða til taks hjá Formuladeildarliðnum. 

Ímillum rivjabeinini koma ábendingar um, at onkur profilur kanska leggur leiðina hendanvegin, um tað rætta tilboðið fyriliggur frá blá-hvíta risanum. 

Um tað styrkurin til liðið fer at verða úr omanfyri nevnda hópi av útlagnum klaksvíkingum, ella um talan verður um "nýtt blóð", sum skal lyfta KÍ aftur til heiður og æru … ja, tað sigur søgan fyribils einki um. 

Vit bíða við spenningi….

KOYR Á KÍ!!

Harleywoodpaint